Heimatíðindi

Pál Weihe: Eingin staðfestur positivur enn

2020-06-28 21:40 Author image
Sveinur Tróndarson

- Eg havi tosað við kanningarstovuna, og har kennast tey ikki við hasa søguna. 

Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni og leiðari á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, og læknafakligur leiðari hjá kanningarstovuni Thetis, sum ger korona-kanningarnar á flogvøllinum.

Tað er ikki vanligt at skriva tað, sum á blaðfólkamáli verður kallað "ikki-søgur", men hetta er kortini ein slík. Tí í kvøld gingu søgur um, at okkurt av ferðafólkunum, sum var við flogfarinum úr Keypmannahavn, sum lendi í Vágum um tvey-tíðina, hevði fingið staðfest korona.

Men tað er sambært Pál Weihe ikki rætt.

- Kanningarstovan er liðug at kanna tey bæði fyrstu flogførini, sum komu í dag, tað vil siga SAS-flogfarið, sum lendi klokkan 12, og tað sum lendi stutt fyri klokkan eitt, og tey eru nú í holt við at kanna tey flogførini, sum eru lend seinni seinnapartin, sigur Pál Weihe.

Og sambært læknafakliga leiðaranum hjá Thetis, er enn eingin staðfestur positivur av teimum, sum er kannaður.

- Tað átti eg eisini at havt fingið at vita, um so var, at onkur var staðfestur positivur, men tað havi eg ikki fingið nøkur boð um, sigur Pál Weihe.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður