Pál er klárur

2016-08-05 10:49 Author image
Dimma

- Av tí at feltið er so sterkt, eri eg noyddur bert at savna meg um at koma í finaluna, og tað er málið hjá mær.

Um eina viku loypir Pál Vitalis Joensen aftur í olympiska hylin. Vónbrotið fyri fýra árum síðan er lagt afturum, og hann heldur sjálvur, at hann er betri fyrireikaður hesa ferð.

Málið er stórt: Finalan í 1500 metrum í OL! Men samstundis er hann fullvæl greiður um, at hann skal gera sítt allarbesta, skal tað eydnast. Kappingin um finaluplássini á 1500 metrum verður gróthørð. 20 svimjarar eru tilmeldaðir við tíðum undir 15 minuttum, og Pál er nummar 18 á listanum.

- Tá eg svimji innleiðandi, verður ikki spart upp á nakrar kreftir. Tað er á ongan hátt ein avgreiðsluspurningur at koma í finaluna, og fleiri hava tað upp á sama máta. So tað verða nógvir, sum fara at svimja øgiliga skjótt, greiðir Pál frá í Dimmalætting, sum kemur út í dag.

Skal hann koma í finaluna, skal hann svimja eina tíð, sum hann bara hevur svomið einar seks ferðir áður.

Stórt trýst var á herðunum á Pál Joensen, tá ið hann svam í OL-hylinum fyri fýra árum síðan, og olympisku leikirnir í London spældu ikki av, sum hann ætlaði. Vónbrotið var stórt, viðgongur hann, og tað setti síni spor á hansara yrkisleið. Men eftir stendur, at hann er einasti føroyingur saman við rógvaranum Katrin Olsen, sum hevur luttikið við ta størstu ítróttarhending i heiminum.

Nú kennir hann seg sjálvan betur, heldur hann, og hann kennir seg eisini meira sum ein part av danska OL-liðnum.

- Tað kennist nátúrligari nú enn fyri fýra árum síðan. Nú havi eg eisini skilt betur ímillum, hvat er gott og minni gott av tí, sum liðfelagarnir gera. Eg taki ikki longur fyri givið, at alt, sum tey gera, er rætt, bert tí tey eru roynd og góð, sigur Pál Joensen.

Olympisku leikirnir verða settir í kvøld. Í Dimmalætting, sum kemur út í dag, er stór samrøða við Pál Joensen.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður