Pál bar Merkið inn á Maracana

2016-08-06 09:48 Author image
Dimma

Teir 31. olympisku leikirnir eru farnir í gongd. Stórsligna setanin varð í gjárkvøldið, og millum allar tær nógvu tjóðirnar og øll tey nógvu fløggini hómaðist eitt pinkulítið føroyskt flagg, sum svimjarin Pál Joensen bar.

Okkara luttakari á ársins olympisku leikum gjørdi rætt og slætt av at bera Merkið inn til setanina, hóast Føroyar sum kunnugt ikki hava loyvi at luttaka millum heimsins tjóðir á OL.

Tað var annars brasilski maratonrennarin Vanderlai Cuero Da Lima, sum fekk tann stóra heiðurin at tendra olympiska eldin á setanini á Maracana leikvøllinum. Setanin tók fleiri tímar, og hon var sera flott og forkunnug.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður