Pakistan gróðursetir eina milliard av trøum

Skógur í norðara Khyber Pakhtunkhaw landspartinum í Pakistan (Mynd: Lukex Martin)

Pakistan gróðursetir eina milliard av trøum

2017-12-22 15:03 Author image
Hjalte Zacharewicz og Lív Reynheim

Síðan 2015 hava myndugleikar í Pakistan gróðursett eina milliard av trøum at forða fyri avskóging og fylgjunum av henni

Skógur er týdningarmikið tilfeingi kring allan heimin, men skógarídnaðurin troytir jørðina hart, tá trøini verða feld. Somuleiðis verða nógv trø feld fyri at útvega dýrunum beiti. Tá stór skógarøki hvørva, hevur tað álvarsligar fylgjur fyri tey, ið búgva í nærumhvørvinum og fyri veðurlagsbroytingarnar. Altjóða náttúruverndarfelagið IUCN stovnaði fyri fáum árum síðani umfatandi Bonn Challenge-átakið, ið er ætlað at endurvinna íalt 350 milliónir hektarar av týndum jarðarøki áðrenn 2030. Avbjóðingarnar eru nógvar, og serliga eru tað menningarlondini, ið hava torført við at varðveita og endurnýggja skógarøki. Men nú hevur Pakistan sett ferð á framgongdina í menningarlondunum!

Í norðara parti av Pakistan er meiri enn ein milliard av nýggjum trøum gróðursett. Verkætlanin hevur fingið heitið Billion Tree Tsunami (BTT) og er partur av eini burðardyggari skipan, sum myndugleikar í Pakistan settu í verk í 2015. Teir hava endurskapað eitt stórt skógarøki í norðara fjallalendinum, ið er umleið so stórt sum helvtin av Sælandi. Hetta kom í lag í sambandi við skógarverndarfeløg, nýggjar íverksettar lógir mótvegis skógarfelling og við hjálp frá fleiri enn 13.000 av staðbundnu plantuskúlunum.

Pakistan er eitt dømi um eitt land, har skógarídnaðurin í mong ár hevur týnt landið. Í fleiri áratíggju hevur umsjónin av ólógligum skógarídnaði verið vánalig, og nógvastaðni sæst turkur. Ein kanning frá Altjóða Náttúrustovninum WWF vísur á ein serligan týdningarmiklan lut í framgongdi hjá BTT. Nevniliga, at myndugleikar hava veitt kvinnum og ungum bygdarfólki peningaligan stuðul at seta á stovn smáar plantuskúlar, við veðhaldi í, at skúlarnir kunnu selja trøini til skógaríløgu hjá stjórnini í Pakistan. Skúlarnir vinna sær umleið 600 til 1000 krónur um mánaðin. Teir fremja virksemi og skapa arbeiðspláss, og tí fær verkætlanin alsamt størri stuðul frá bæði nærumhvørvinum og stjórnini. Onnur lond hava víst verkætlanini stóran áhuga, og birtir hetta vón um at tílík átøk fara at spjaða seg.

Inger Andersen, umboðsstjóri á IUCN, sigur um verkætlanina, at “Billion Tree Tsunami er eitt væleydnað verndarátak, sum uttan iva fer at spjaða seg. Verkætlanin hevur innloyst mál landsins um at steðga ólógligum skógarídnaði, sum politikarar alt ov leingi hava skúgvað til viks. Harumfram vísa kanningar, at hon hjálpir landinum at hjálpa teim fátækstu, tí vøksturin tryggjar atgongd til mat og vatn, og mennir virksemi í nærumhvørvinum.”

Billion Tree Tsunami tekur okkum eitt fet nærri heimsmálinum um at skapa burðardyggan búskaparligan vøkstur, og minka um ídnað, ið oyðileggur náttúruna. Hóast arbeiðskorini í norðara parti av Pakistan eru ivasom, so hevur verkætlanin givið nógvum bæði tryggari og sømiligar sømdir. Tískil ber verkætlanin boð um, at stríðið ímóti turki og drúgvari skógarminking veruliga ger mun.

Heimsins Bestu Tíðindi er ein sjálvstøðugur miðil, sum komandi vikurnar fer at geva út stutta grein í Dimmu. Vit leggja dent á tíðindi, ið lýsa burðardygga menning og viðurskifti, ið ikki fáa nógv rásarrúm í stóra miðlaheiminum. Heimurin er ikki einans fullur av trupulleikum, men rúmar eisini framgongd og loysnum - vit halda, at tað er týdningarmikið somuleiðis at varpa ljós á hesi tíðindi. Fleiri tíðindi kunnu lesast á leinkjuni www.verdensbedstenyheder.dk umframt, at vit eru at finna á sosialu miðlunum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður