Heimatíðindi

Oyruni hava opið 24/7

(Meir enn 5 minuttir til eina konsert, kunnu elva til langtíðar hoyriskaðar. Mynd: Shutterstock)

(Meir enn 5 minuttir til eina konsert, kunnu elva til langtíðar hoyriskaðar. Mynd: Shutterstock)

2019-06-21 10:49 Author image
Hergeir Staksberg

Generelt eru oyrini ikki líka sexutt sum eyguni. Sært tú illa, so er tað ein sjálvfylgja at fáa sær brillur, linsur ella eina lasaraoperatión. Men tá vit tosa um oyruni - sum er ein ósexutt labirint, sum er plantað á høvdið – so eru vit meir líkaglað

Innan marknaðarførðslu, so veit mann, at tað vakra og elskuliga er nógv meir tiltalandi, enn tað minni vakra og elskuliga. Tildømis eru vit generelt nógv betri við ein hundahvølp ella kettling, enn ein háruttan eiturkopp. Tað er nakað tað sama, sum ger seg galdandi við okkara eygum og oyrum. Eyguni eru kettlingurin og oyruni tann lodni eiturkoppurin.

Men um tær dámar tónleik, so er tað kanska eitt gott hugskot at skeinkja oyrunum ein tanka, tí tey eru ikki gjørd til allan larmin, sum er blivin ein partur av okkara samfelag. Tað skal ikki nógv til, áðrenn mann fær varandi hoyriskaða ella tinitus.

[object Object](Hendan verður bókstaviliga blást um koll. Mynd: Shutterstock)


Nær er nakað ov hart frá og nær er tað ok?

Tá vit máta, hvussu hart ella spakuligt okkurt ljóðar, so brúka vit desibel. Tildømis, tá tú skalt keypa eina vaskimaskinu ella støvsúgvara. Færri desibellini eru – minni larmar vaskimaskinan.

Niðanfyri hava vit fýra dømi, sum geva eina mynd av desibellum í gerandisdegnum:

  1. Tá vit anda, so liggur ljóðið um 10 desibel. Hetta ger ongan skaða á hoyrnina.

  2. Vaskimaskinur liggja um 70 desibel. Hetta kann irritera teg, men er generelt ikki skaðiligt.

  3. Motorsúkklur liggja um 95 desibel. Her kunnu 50 minuttir vera nokk til at tú skaðar hoyrnina.

  4. Konsertir og náttklubbar, har mann spælir harðan tónleik, sum liggur um 105-110 desibel. Her kanst tú fáa hoyriskaða eftir bara 5 minuttir.

Nú hevur tú kanska eina betri fatan av, hvat er gott og minni gott fyri oyruni. Og um vit venda aftur til eyguni, so kunnu vit altíð blunda ella venda okkum vekk, tá vit síggja eitt sterkt ljós. Men tá vit tosa um oyruni, so hava tey ongi ”eygnalok”. Har er ongin verja. Oyruni hava opið hús døgnið runt, so tey eru eyka útsett. Og longri tíð tú ert í larmi, uttan at taka pausur, verri er tað fyri oyruni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður