Mentan

Oyggjaleikirnir til Orknoyar í 2023

Avtalan um oyggjaleikirnar 2023 verður undirskrivað við orknoyingar. Nummar tvey frá høgru er forsetin í oyggjaleikasamgonguni, álendingurin Jörgen Petterson

Avtalan um oyggjaleikirnar 2023 verður undirskrivað við orknoyingar. Nummar tvey frá høgru er forsetin í oyggjaleikasamgonguni, álendingurin Jörgen Petterson

2018-07-07 15:30 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er nú greitt, at tað verða Orknoyggjar, sum verða vertir fyri Oyggjaleikunum í 2023.

Tað varð avgjørt á fundi hjá altjóða oyggjaleikasamgonguni, International Island Games Association, IIGA, í Gibraltar í dag.

Ein samdur fundur samtykti at geva Orknoyggjunum vertsskapin. Hetta verður eisini fyrstu ferð, at oyggjaleikirnir verða hildnir her. Orknoyggjar er ein av upprunalimunum hjá IIGA og hevur luttikið á øllum leikum síðan 1985. Valið av Orknoyggjum var ikki óvæntað, onki annað oyggjaland hevur verið upp á tal til leikirnar í 2023.

Oyggjaleikir verða hildnir annað hvørt ár. Komandi ár verða leikirnir hildnir í Gibraltar, og í 2021 verða teir á Guernsey.

Her hava leikirnir verið:
1985: Manoy
1987: Guernsey
1989: Føroyar
1991: Áland
1993: Isle of Wight
1995: Gibraltar
1997: Jersey
1999: Gotland
2001: Manoy
2003: Guernsey
2005: Hetland
2007: Rhodos
2009: Áland
2011: Isle of Wight
2013: Bermuda
2015: Jersey
2017: Gotland

Limalond, sum ikki hava verið vertir fyri leikunum eru: Alderney, Caymanoyggjar, Falklandsoyggjar, Froya, Grønland, Hitra, Menorca, Saaremaa, Sark, St. Helena, Western Isles og Inys Mon.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður