Heimatíðindi

Oyðsl við KT-pengum og vitan

Torben Nielsen

Torben Nielsen

2018-10-14 14:01 Author image
Georg L. Petersen

Fyrst ger ein kommuna eina skipan at bíleggja tíð hjá lækna, og síðan menna aðrar kommunur líknandi skipanir, heldur enn at samstarva. Og so koma ógvuslig krøv omaná, sum smáu almennu KT-deildirnar ongan livandi kjans hava at skilja til fulnar – krøvini bara vaksa dag um dag

– Eg skilji ikki, at almennu myndugleikarnir ikki megna at samstarva um størri KT-skipanir, men heldur hvør í sínum lagi eftirapa hvørjumøðrum. Tað eru pengar beinleiðis út gjøgnum vindeygað, sigur Torben Nielsen, KT-serfrøðingur.

– Og tað er mær ein gáta, at kommunur og land ikki kunnu samstarva meira og savna førleikarnar á einum stað, heldur enn at spjaða vitanina á evarska lítlar deildir. Arbeiðið hjá einum KT-fólki snýr seg um annað enn bara at læra fólk at brúka forrit, men eisini um trygd, verju av persónsupplýsingum, netverk, ambætarar og mangt annað, leggur hann afturat.

Kunningartøknin er eftir lutfalsliga fáum árum vorðin ein so týðandi partur av gerandisdegnum hjá bæði privatum, fyritøkum og tí almenna. Men tað hevur eisini avbjóðingar við sær, tí sleppa teldusníkar inn um talgildu dyrnar er vandi fyri, at privatir upplýsingar, sum ongum koma við, kunnu gerast almennir og hava ógvusligar avleiðingar fyri tann rakta.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður