Óvissan um veljarakanningar

2017-02-07 09:58 Author image
Sigmund Vang

Komandi hóskvøld, 9. februar, skipar Samfelagið fyri almennum tiltaki í Posthúskjallaranum í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 19 - dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn.

Samfelagið er føroyska felagið hjá samfelagsfrøðingum, og evnið á tiltakinum hesaferð eru veljarakanningar, ella fyri so óvissan við slíkum kanningum.

"Hvønn týdning hava veljarakanningar fyri valstríð og fyri fjølmiðladekningin?" Tað fer Rógvi Olavson, mentanarsosiologur og fjølmiðlafólk, at røða um.

"Hvussu verða veljarakanningar gjørdar í Føroyum og hvussu verða tølini viðgjørd? Hvørjar eru styrkirnar og veikleikarnir við innsavningini? Er verri at gera umboðandi veljarakanningar í dag í mun til áður" Tað fara Laila Hentze, stjóri á Gallup Føroyum, og Heri á Rógvi, stjóri á Lóðri, at siga nakað um.

"Uttanlands verða úrslitini úr fleiri veljarakanningum sett saman fyri at raka betri". Flóvin Eidesgaard, støddfrøðiligur búskaparfrøðingur, sum sjálvur hevði sínar forsagnir til amerikanska valið, greiðir frá styrkjunum og veikleikum við hesum háttalagnum.

"Fólkaflokkurin verður størsti flokkur við 24 prosentum, segði veljarakanning í novembur, men hvat merkir tað?" Jón Joensen, hagfrøðingur, greiður frá týdninginum av hagfrøðiligari óvissu fyri úrslitið á veljarakanningum.

Spurnarumfar verður eftir hvørt upplegg.

Tiltakið er alment og ókeypis.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður