Heimatíðindi

Óvirðiligt at biðja um stuðul

2018-12-23 12:45 Author image
Georg L. Petersen

Grunnurin hjá krúnprinsaparinum bað Landsverk senda sær umsókn til stuðul av list í H-bygninginum. Umsókin varð send, men pengarnir komu ongantíð fram – tað er óvirðiligt at biðja um stuðul til verkætlanir, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

– Heldur tú fast við, at tað er skeivt at søkja grunnin hjá krunprinsaparinum eftir pengum at listaprýða H-bygningin á Landssjúkrahúsinum? Hevði tú sagt nei í dag?

– Ja, eg haldi ikki vit skulu fara út at søkja pengar úr øðrum londum til listprýðing, tá vit sjálvi leggja hundraðtals milliónir krónur í eina verkætlan og nakrar milliónir til listprýðan. Tað hevur eisini nakað við virðing at gera, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, sum eisini varðar av útbyggingini av Landssjúkrahúsinum.

Tað var í farnu viku, at vit skrivaðu um ætlanirnar hjá listabólkinum fyri H-bygningin at søkja grunnin hjá danska krúnprinsaparinum eftir stuðli. Tað var grunnurin sjálvur, sum hevði vent sær til Landssjúkrahúsið við einum fyrispurningi, tí grunnurin vildi fegin stuðla listprýðingina. Grunnurin kundi tó ikki av sínum eintingum bara lata eina gávu, men mátti fáa eina umsókn fyrst.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður