Fjølbroytt og festlig Ovastevna verður um vikuskiftið

2016-08-11 14:42 Author image
Dimma

Summarið er farið at halla, og tað merkir, um vit vilja tað ella ikki, at tað er um renna út við stevnum, festivalum og tiltøkum. Men enn er okkurt eftir, og fyri framman er ein av teimum heilt hugnaligu.

Ovastevnan verður í Nólsoy um vikuskiftið, og í skránni fæst sjón fyri søgn, at stevnan er fjølbroytt sum sjaldan; tað festliga, forvitnisliga, hugnaliga, litfagra, andaliga og handaliga ganga hond í hond alt vikuskiftið á tamb.

Sjálv Ovastevnan verður sett leygardagin klokkan tvey, tá ið Maud Wang Hansen setur stevnuna undir Mikkjalsveggi. Men skráin byrjar longu fríggjakvøldið, og hon koyrir líka til mánakvøldið. Nógv er at fara til, og alt kann ikki nevnast her, men vit taka okkurt burtur úr rúgvuni.

Fríggjakvøldið verður rennikapping úti á Træbrúgv, og farið verður undir fyrstu sýningina "Nakni sannleikin", sum er heitið á ársins kabarett, har ymiskt aktuelt og lokalt verður vent og snarað.

Leygardagin verður afturvendandi svimjingin um Nólsoyarfjørð á skránni. Lagt verður frá landi streymoyarmegin klokkan 12:30, og tey fyrstu koma væntandi á land í Nólsoy ein tíma seinni. Leygardagin verður eisini afturvendandi fótbóltsdysturin millum tónleikarar.

Umframt kabarettina, sum verður sýnd allar dagar, er eisini ein útileikur leygardagin, tá ið Nicolaj Falck framførir leik um Ova á keiini. Gongutúrur verður eisini á skránni, har Egon Hansen leiðir og greiðir frá, og somuleiðis skipar Disa fyri plantutúri.

Á hesi Ovastevnuni eru fleiri áhugaverdir fyrilestrar. Sniðgevin Kristina í Geil hevur fleiri fyrilestrar, sum snúgva seg um klæði og stíl, og Livar Nysted sigur eisini nøkur orð um sínar royndir.

Á tí meira andaliga bógnum eru fleiri tiltøk. Aftankvirra er longu fríggjakvøldið, og sálmasangur og andakt verður við Ann Dahl Hansen presti í Nólsoyar kirkju. Frelsunarherurin hevur útimøti, og sunnudagin verður Guðstænasta.

Allar dagarnar er dansur í tjaldinum, og leygarkvøldið verður felagssangur. Harafturat er alt tað, sum hoyrir slíkari stevnu til, tombola, fiskibrunnur, barnaríðing og so framvegis. Og í serligu kaféini, Maggies, er prát og tónleikur allar dagarnar.

Skráin til Ovastevnuna sæst her

Sí eisini: 30 ár síðan Ove Joensen róði úr Føroyum til Danmarkar

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður