Hvønn hatt skal borgarstjórin fara í?

2016-08-29 09:35 Author image
Dimma

Tað er ein margháttlig støða, sum borgarstjórin í Tórshavn er komin í, í sambandi við orkuútbyggingina á Miðnámsskúlanum á Marknagili. Tórshavnar kommuna, og harvið borgarstjórin er partseigari av Fjarhitafelagnum, er komin í eina parlamentariska tvístøðu, tí hvønn Harra skal borgarstjórin tæna, síni egnu kommunu ella einari loysn, sum landsins myndugleikar hava mælt til. Uttan at taka støðu til, hvørt útbygging er hin rætta, so er hetta ein sera óheppin parlamentarisk støða.

Í fleiri umførum hevur undirritaða ført fram, at tað er als ikki skilagott, at borgarstjórar sita í tveimum politiskum sessum í senn, tí bland kann skjótt koma í áhugamálini. Tað er ikki sunt fyri okkara fólkaræði, at somu persónar sita í fleiri politiskum sessum í senn. Hetta er við til at smalka um okkara fólkaræði. Somuleiðis er tað heldur ikki nøktandi, at løgtingslimir nú velja at manna sessir í býráðnum, samstundis sum teir sita í Løgtinginum. Tíðin er uttan iva komin til, at uppskotið hjá undirritaðu um borgarstjórar á Tingið verður tikið fram aftur, nú í broyttum líki, at man bert kann móttaka ta einu almennu lønina fyri politiskt arbeiði. Hetta fer kanska onkran at velja annan sessin framum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður