Heimatíðindi

Óttin fyri tí fremmanda viðgjørdur í hjallinum við Leynarvatn

2018-06-12 13:47 Author image
Ingi Samuelsen

- Eg skal gera vart við, at hetta ikki er nakar trupulleiki í Føroyum.

Aksel V. Johannessen, løgmaður gjørdi fleiri ferðir greitt, at útlendskar íløgur ikki er ein trygdarpolitiskur trupulleiki í Føroyum. Hetta segði hann á tíðindafundinum, sum varð hildin uttan fyri skótasmáttuna við Leynarvatn í dag í sambandi við, at stjórnarleiðararnir í Grønlandi, Danmark og Føroyum høvdu havt ríkisfund. Ríkisfundurin varð hildin í Skerpa, lítla hjallinum á hjólum, sum í løtuni stendur við Leynarvatn, har matstovan Koks brúkar hann sum vælkomustað fyri sínum gestum.

Sí fleiri myndir

Harvið varð eisini óbeinleiðis víst á, at tað er í Grønlandi, at ivi verður settur um, hvørji áhugamál útlendsk pengaáhugamál hava í íløgunum, sum verða gjørdar í undirstøðukervið, serliga í Grønlandi.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, legði á tíðindafundinum dent á týdningin av, at ansað verður eftir fremmanda íløgukapitalinum, sum ger seg áhugaverdar um okkara leiðir.

Forsætisráðharrin vísti á, at hetta ikki bert er ein trupulleiki innan okkara ríkisfelagsskap, men ein trupulleiki í Evropa yvirhøvur ”í einum heimi har Putin í Russlandi gerst alt meira aggressivur og Kina alt meira sjálvsikkurt”.

Tað er serliga áhugan hjá russum og kinverjum at gera íløgur í námsvirksemi, floghavnum og infrakervi í Grønlandi og Arktis, sum tað snýr seg um. Í Føroyum hava røddir eisini verið frammi um, at kinverjar kanska hava verið í so ágrýtnir eftir at fíggja føroyska samskiftiskervið.

- Hetta er ikki nakað, vit hava tikið avgerð um á fundinum í dag, men nakað, við skulu ansað eftir og vera varug við, vísti danski forsætisráðharrin á, og vísti á tørvin á at ”skreena ávísar útlendskar íløgur” í trygdarpolitiskum samanhangi.

Fyri grønlendingar snýr tað seg konkret um at finna fígging fyri nøkrum ætlaðum og neyðugum útbyggingum av floghavnum, og av tí at ongin avgerð varð tikin á ríkisfundinum, og at dansk/grønlendskar tvístøður ikki hoyrdu heima á ríkisfundinum, so er fundur avtalaður millum grønlendska landsstýrisformannin og forsætisráðharran í Keypmannahavn í morgin, upplýsti Kim Kielsen.


Frá vinstru Kim Kielsen, Aksel V. Johannessen og Lars Løkke Rasmussen 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður