Heimatíðindi

Ostarnir hava hingið meira enn eitt ár í Múla

Ostarnir hava hingið meira enn eitt ár í Múla
2018-03-02 11:04 Author image
Leif Láadal

Tá vit á Dimmalætting í morgun vórðu boðin til vikuliga felags morgunmatin, stóð ein øðrvísi ostur á borðinum millum teir vanligu skivuskornu. Tann, ið átti morgunmatartørn, hevði sæð at Múlaosturin var komin í handilin og gjørdi av at keypa ein slíkan. Vit kring borðið vóru samd um, at talan var um ein góðan vælsmakkandi ost.

Múlaosturin er ein harður ostur, sum í fastleika líkist Vesterhavsosti, Prima Donna ella enntá parmasan-osti. Tað skal tó sigast, at hann er ikki so saltur sum teir báðir fyrst nevndu og heldur ikki so "umami-kendur", sum parmasanið.

Ostarnir eru av Havgus slagnum frá Arla Unika og av einum ostakulturi, sum er hildin á lívi síðani 1947 á sama garði í Suðurjútlandi, siga føroysku framleiðararnir.

Teir koma feskir til Føroya og verða so hongdir upp í hjalli í Múla. Teir ostarnir, sum nú fyri fyrstu ferð verða seldir, hava hingið síðani november 2016.

Múlaosturin fæst eisini rivin.

Prísurin er væl hægri enn, tá tú keypir bleytan ost, men talan er eisini um eina serliga vøru, sum tekur langa tíð at gera. Eisini er osturin rættiliga fastur í tí - ja, harður kunnu vit gott siga - og tá skal ikki so nógv til, um tú vilt fáa smakkin.

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður