Tað eru fá listafólk, sum eru líka produktiv sum Øssur Johannesen. Seinastu tvey árini hevur Øssur Johannesen útgivið fýra tvífløgur, sum samanlagt gevur átta fløgur
Nýggjasta útgávan hjá Øssur Johannesen, sum júst er útkomin, kallast ”Solobass + free expressions”. Á húsanum síggja vit Øssur við eini sigarett og einum roykskýggi hangandi yvir høvdinum. Um tað er tilvitað ella ikki, so er tað rættiliga passandi, at Øssur hevur tvinnar brillur á myndini, tá talan er um eina tvífløgu.
Á fyrru fløguni hevur Øssur gjørt egnar tulkingar av løgum hjá kendum listafólkum. Vit kunnu nevna nøkur úr rúgvuni, sum fevnir um alt frá Johann Sebastian Bach og Ritchie Blackmore til Regin Dahl og John Lennon.
(Øssur Johannesen við egnari list í bakgrundini. Mynd: Rúni Brattaberg)
Improvisatión og listaframsýning
Onnur fløgan byggir á improvisatiónir, sum Øssur sjálvur hevur komponerað. Á seinnu fløguni spælir Øssur aukustiskan bass, aukustiskan guitar, trummur og slagverk.
Á sennu fløguni hevur Øssur eisini fingið eitt kent føroyskt navn afturat sær. Vit tosa um Hans Karl Hansen, sum av mongum verður sæddur sum ein livandi føroysk guitar legenda.
Øssur hevur sjálvur framleitt tvífløguna, og David Springborg hevur tikið upp og ljóðblandað í einum studio á Fredriksberg.
Men Øssur er ikki bara tónleikari. Øssur er tað, sum mann á góðum føroyskum kallar ein fyri ein multikunstnara. Tá hann ikki fæst við tónleik, so fæst hann við yrkingar og at mála. Tað er í samband við málningalistina, at fólk kunnu uppliva Øssur. Tað er á Artnorden, sum er ein listaframsýning á Sydhavnen í Keypmannahavn, at Øssur hevur eina framsýning 4–7 apríl.