Uttanlands

Osonlagið lekist aftur

Osonlagið lekist aftur

Holið í osonlagnum yvir Antarktis er minkað við tí, sum svarar til 400 ferðir støddina á Føroyum (Mynd: Christopher Michel)

2018-05-11 12:25 Author image
Hjalte Zacharewicz og Lív Reynheim

Sokallaða Montreal-protokollin, ið hevur fulla heitið Montreal Protocol on Substances That Deplete the Ozone Layer, byggir á ein altjóða sáttmála, sum lond úr øllum heiminum skrivaðu undir í september 1987, og varð sett í gildi 1. januar 1989. Partarnir samráddust um at steðga útláti av kemiskum evnum, sum eitt nú CFC, ið var staðfest at vera fremsta orsøkin til, at osonlagið varð órógvað.

Semjan hevur megnað at steðga meginpartin av útlátinum av CFC-evnum, ið vóru at finna í eitt nú køliskápum og spreydósum. Tey eru gassevni, sum eru evnasambond millum klor, fluor og kolevni, og vera vanliga nevnd freon. Í 1985 gjørdust granskarar av fyrstan tíð varugir við, at osonlagið yvir Antarktis var farið at tynnast. Tey skelkaðu heimin, tá tey ávístu, at freon var í holt við at bróta niður osonlagið, og hvussu álvarsligar fylgjur hetta kundi hava við sær fyri bæði menniskju, djór og plantur.

Helge Jønch-Sørensen starvast sum granskari á Danmarks Meterologiske Institut, DMI. Hann greiðir frá, at talan var um vísindalig prógv, sum peikaðu á eina ítøkiliga katastrofu, um heimsins leiðarar ikki fingu gjørt okkurt við støðuna sum skjótast. Av júst teirri orsøk bar til at fáa eina altjóða avtalu í lag innan stutta tíð, sum heimsins lond í roynd og veru hava hildið líka síðan.

Í sambandi við 30-ára hátíðarhaldið fyri semjuna í fjør, kallaði fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan Montreal-protokollina fyri ta mest væleydnaðu altjóða semjuna nakrantíð. Og Helge Jønch-Sørensen tekur undir við honum: “Vit hava leingi verið varug við, at semjan hevur megnað at minka um útlátið av gassi, sum oyðileggur osonlagið. Men vit hava bíðað eftir, at osonlagið sjálvt verður ávirkað, og tað síggja vit nú. Fram til ár 2000 gjørdust holini í osonlagnum yvir Antarktis alsamt størri, men eftir aldarskiftið eru tey vorðin støðug. Nú bíða vit bert eftir, at vit við vissu kunnu siga frá, at osonlagið lekir seg sjálvt, tí gongdin fer tann vegin.”

Hóast góðu úrslitini, vænta granskarar, at mongdin av skaðiligum freon-gassi í lofthavinum ikki kemur niður á somu mongd, sum í 80’unum, fyrr enn um eini 30 ár, tí freon er so torført at bróta niður. Og harumframt eru nógv onnur gassevni, sum ávirka osonið í lofthavinum. Men tó at tað gongur seint fyri seg, so er jaliga gongdin ivaleys. Í 2016 vístu granskarar úr lærda háskúlanum í Leeds á, at umhvarvið á holinum í osonlagnum yvir Antarktis er minkað við eini vídd, sum kann samanberast við 400 ferðir Føroyar. Samstundis er osonlagið vorðið tjykkri. Hetta er hent ímillum ár 2000 og 2015, og framgongdin hjá osonlagnum heldur fram í dag.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður