Uttanlands

Orlando er heimstaðurin hjá villum upplivingum

(Mynd: TripAdvisor)

(Mynd: TripAdvisor)

2018-08-04 12:25 Author image
Ingi Samuelsen

Um tú ert tann, sum leitar eftir serligum upplivingum, ið eru savnaðar í serligum upplivingargarðum ella -lundum, tá tú ert úti í verðini og ferðast, so er Florida staðið, tú eigur at leita eftir.

Florida, og serliga býurin Orlando, er økið, sum hevur flestar spennandi upplivingargarðar, ’amusement parks’, sum tað eitur á altjóða máli.

Ein uppgerð yvir heimsins mest væl umtóktu undirhaldsgarðar vísir, at heimsins best umtókti av hesum slag liggur í Orlando, og tað gera eisini fimm av teimum 15 best umtóktu slíku støðunum í heiminum.

Tað er heimasíðan TripAdvisor, sum júst hevur kunngjørt ein lista yvir teir undirhaldsgarðar, sum brúkararnir á TripAdvisor dámar best.

Ovast á hesum lista liggur ”Universal’s Island of Adventure”, sum lat upp í 1999. Talan er um eina garð við hópin av russjibanum, matstøðu, og øðrum, sum hoyrir einum slíkum undirhaldsstaði til. Men Universal er, sum kunnugt, eitt filmsframleiðarafelag, og tí eru eisini fleiri tema-garðar í garðinum, har evnið eru filmar, so sum ’Jurassic Park’, ’Harry Potter’, ’Fast & Furious’, ’King Kong’ og ’Men in Black’.

Orlando kann tykjast langt burturin frá okkum, men er tað ikki. Til ber at koma til Orlando beinleiðis umvegis Keflavíkar flogvøll í Íslandi.

Besti undirhaldsgarður í Evropa er Le Puy du Fou, sum liggur í Vendée í vestara Fraklandi. Talan er um ein garð, sum byggir á søguligar hendingar frá 1300 talinum og fram til annan verðaldarbardaga. Stórar framsýningar við fleiri túsund leikarum, djórum og ógvusligum fýrverki, ið fortelja søguligar hendingar í Fraklandi, kunnu upplivast her.

Listin yvir heimsins best umtóktu undirhaldsgarðar, sambært TripAdvisor, sær soleiðis út:

1. Universal’s Island of Adventure í Orlando, Florida
2. Magic Kingdom Park í Orlando, Florida
3. Le Puy du Fou í Les Epesses, Fraklandi
4. Universal Studios Hollywood í Los Angeles, Kalifornia
5. Universal Studios Florida í Orlando, Florida
6. Disney’s Animal Kingdom í Orlando, Florida
7. Europa-Park, Rust, Germany
8. Tivoli, København, Danmark
9. The Island in Pigeon Forge, Pigeon Forge, Tennessee
10. Disneyland Park, Marne-la-Vallee, Frakland
11. SeaWorld Orlando, Orlando, Florida
12. Beto Carrero World, Penha, Brasil
13. Disneyland Park, Anaheim, Kalifornia
14. Disney’s Hollywood Studios, Orlando, Florida
15. Disney California Adventure Park, Anaheim, Kalifornia
16. Silver Dollar City, Branson Missouri
17. Walt Disney Studios Park, Marne-la-Vallee, Frakland
18. PortAventura, Salou, Spania
19. Universal Studios Singapore, Sentosa Island, Singapore
20. Hong Kong Disneyland, Hong Kong, Kina
21. Busch Gardens, Tampa, Florida
22. Efteling, Kaatsheuvel, Niðurlond
23. Leolandia, Capriate San Gervasio, Italia
24. Paultons Park, Romsey, Bretland
25. Universal Studios Japan, Osaka, Japan

Sum sæst, er bert ein norðurlendskur garður við á listanum, Tivoli í Keypmannahavn, á einum flottum 8. plássi. Um hugt verður eftir topp 25-listan yvir undirhaldsgarðar í Evropa sæst, at Tivoli her liggur nummar 3, meðan Faarup Sommerland í Norðurjútlandi er nummar 14 og Liseberg í Göteborg er nummar 16.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður