Uttanlands

Heimsins dýrasti diamantur: 381 mió. krónur

2016-05-22 11:49 Author image
Simona Midjord

Fyrr í vikuni varð heimsins dýrasti diamantur seldur á uppboðssølu hjá Sotheby's í Genève. Prísur: 57,5 mió. dollarar. Tað er nakað tað sama sum 381 mió. krónur.

Serfrøðingar eru á einum máli um, at diamanturin, sum er ein sonevndur bláur diamantur og verður róptur Oppenheimer Blue eftir sínum nú fyrrverandi eigara, ivaleyst er ein av virðismiklastu gimsteinum í søguni. Nú er hann eisini heimsins dýrasti gimsteinur, sum nakrantíð er seldur á eini uppboðssølu.

Tað bleiv bjóðað um kapp á uppboðssøluni hjá Sotheby's í Genève mikudagin, tá diamanturin varð seldur. Mett varð, at diamanturin mundi fara fyri onkustaðni millum 38 og 45 mió. dollarar, men serliga tveir bjóðarar – báðir gjøgnum telefon – vóru treiskir og royndu at yvirbjóða hvønn annan seinastu 20 minuttirnar. Enn er ikki greitt, hvør keyparin er.

Diamanturin er nevndur eftir sínum fyrrverandi eigara, Sir Philip Oppenheimer. Hann var í nógv ár leiðari av stovninum í London, sum stendur fyri sølu av diamantum um allan heim, og sum hevur eftirlit við diamantframleiðsluni kring knøttin.

Oppenheimer Blue er 14,6 karat og sermerktur við sínum skapi sum eitt rektangul. Bara 10 prosent av bláu diamantunum, sum verða funnir, eru størri enn 1 karat, so Oppenheimer Blue er nakað heilt fyri seg – og nú eisini, tá tað ræður um prís.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður