Heimatíðindi

Onkur loysn fyri norrøna limaskapinum í væntu

Onkur loysn fyri norrøna limaskapinum í væntu
2018-06-12 16:48 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast einki verður sagt opið um hvussu føroyska ynskið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum kemur at síggja út, so bendir alt á, at onkur loysn finst á málinum, hóast tað ikki verður talan um sjálvstøðugan limaskap.

Tá føroyska umsóknin var til viðgerðar á norðurlandaráðsfundinum í Helsinki í vetur, bendi alt á, at tað fór at verða vrakað, sum flest eisini høvdu væntað, men í seinastu løtu varð málið útsett í eitt ár til endaliga avgreiðslu á fundinum í Oslo, sum verður í døgunum 30. oktober til 1. november 2018.

Álagt varð føroyingum og dønum at finna fram til eina semju um, hvussu føroysku ynskini kunnu gangast á møti, og síðan hevur verið sagt, at arbeitt varð við ætlanunum.

Málið um umboðanina hjá teimum sjálvstýrandi økjunum var til viðgerðar á Ríkisfundinum millum Lars Løkke Rasmussen, Aksel Johannessen og Kim Kielsen við Leynarvatn í dag, og hóast einki ítøkiligt varð sagt um, hvør loysnin verður, so bendir alt á at onkur loysn kemur.

Aksel Johannessen kallaði tað fyri eina ’millumloysn’, nakað sum líkist einum atlimaskapi í Norðurlandaráðnum heldur enn sum nú, at løgtingsumboðini í veruleikanum eru ein partur av sendinevndini hjá Fólkatinginum.

Á tíðindafundinum segði Lars Løkke Rasmussen, at loysnin kanska fer at líkjast einum uppskoti, sum Svøríki arbeiðir við í løtuni.

Forsætisráðharrin greiddi frá, at svenska uppskotið gongur út upp á at Grønland, Føroyar og Áland skulu gerast meira sjónlig í Norðurlandaráðnum, men at londini afturfyri ikki vera við í sokallaðu summarfundunum.

Hetta kundi bent á, at tað sum arbeitt verður við, er ein tættari limaskapur í Norðurlandaráðnum, sum er parlamentariska samstarvið millum Norðurlond, men ikki fullan limaskap í ráðharraráðnum, sum er stjórnarsamstarvið, og staðið har tær veruligu politisku avgerðirnar verða tiknar.

Les eisini: Óttin fyri tí fremmanda viðgjørdur í hjallinum við Leynarvatn

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður