Onkuntíð verður makin settur til sølu

Onkuntíð verður makin settur til sølu

2017-06-25 22:56 Author image
Georg L. Petersen

Tað eru hópin av sonevndum rótikassum á Facebook, har fólk seta ymiskt til sølu, men tann størsti er Rótikassin 24/7, sum hevur umleið 32.000 limir og 23.152 vørur á sølulista. Har eru atgongumerki, klæðir og annað mangt – og onkuntíð seta fólk makarnar til sølu fyri stuttleika.

– Tá tann stóri rótikassin hjá Dals varð fluttur av Facebook yvir á eina heimasíðu, helt eg, at fólk manglaðu eitt stað á Facebook til sølu og keyp, og tískil byrjaði eg Rótikassan 24/7. Hugskotið til navnið kom av, at eg vildi leggja dent á, at hesin altíð var opin og ongantíð fór at steingja.

Tað sigur Bárður Romario, sum hann kallar seg á Facebook, og sum umsitur stóra Rótikassan, sum hetta fyribrigdi at keypa og selja á Facebook nevnist. Tað finnast hópin av øðrum, men tann mest kendi man vera tann hjá Bárði Romario.


Spakuliga gongd á
Avloysarin hjá Dals á Facebook fekk tó ikki nakra stóra undirtøku beinanvegin, men sum fráleið kom ferð á.

– Eg minnist, at tá summarið 2013 nærkaðist, komu alt fleiri umbønir, og orsøkin var ovurstóri áhugin at fáa fatur á festival-atgongumerkjum. Og árið eftir var aftur gravgangur eftir atgongumerkjum, hesaferð til dystir hjá fótbóltslandsliðnum, sigur Bárður Romario.

Lesið meira í blaðnum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður