Heimatíðindi

Ongar lýsingar – Takk

(Hendan er ikki við upp á ein postkassa fullan við lýsingum. Mynd: Shutterstock)

(Hendan er ikki við upp á ein postkassa fullan við lýsingum. Mynd: Shutterstock)

2019-05-21 13:40 Author image
Hergeir Staksberg

Fullan postkassa av lýsingum? Tað kann eitt fitt lítið klisturmerki hjálpa tær við

Eru lýsingar ein gáva ella ein plága? Tað velst um persónin og lýsingarnar. Hevur tú hug til at gera ein góðan rætt við høsnarunga, so er tað kærkomið við einum góðum tilboði upp á ein stóran og saftigan høsnarunga.

Tosa vit høsnarungar og góð tilboð, so kann lýsingin verða ein gáva fyri bæði samvitsku og bankakonto.

[object Object](Hendan hevði 100 prosent valt høsnarungan. Mynd: Shutterstock)

Tá lýsingar eru ein plága
Ert tú hoppaður upp á “hugsa-um-umhvørvið-vognin”, og ikki hevur nakra trongd til at gera ein høsnarungarætt? So er tað bara næstbest, tá ein postmaður hvørja viku proppar lýsingarbløð í postkassan, so hann stendur til at bresta. 

Tá mann hugsar grønt, so má mann eisini nevna ta grønu endurnýtsluspannina, sum hevur eitt heilt serligt forhold til pizzabakkar. Summi brúka enntá spannina sum alternativ til kaggar og trillubøru, tá tey hevur verið grindadráp, og tvøst og spik depotini skulu fyllast.

Men tá talan er um lýsingarbløðini, sum hava hug at yvirnátta í okkara postkassum, so er endastatiónin næstan altíð tann stóra og grøna plastikspannin.

[object Object](Hendan daman hevði valt umhvørvið framum lýsingarnar. Mynd: Shutterstock)

Spar pengar ella hugsa grønt
Hevur tú hug at eta høsnarunga og spara pengar, so er at koyra á. Hevur tú hinvegin hug at spara upp á pappír, plastikk og plássi í grønu endurnýtsluspannini, so hevur tú tveir møguleikar:

1) Tú kann ringja til Posta, og biðja tey senda tær eitt “Ongar lýsingar – takk” klisturmerki.

2) Ella tú sjálvur fert framvið hjá Posta og spyr um eitt “Ongar lýsingar – takk” klisturmerki.

... og so er tað problemið loyst.

[object Object](soleiðis sær klisturmerkið út)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður