Umboðsmaðurin: Tað er í lagi at rinda bøtur fyri journalistar

2016-05-19 16:30 Author image
Dimma

Høvdu Jan Lamhauge, Liljan Weihe og Dia Midjord verið dømd at rinda bót í sonevnda tollmálinum, hevði tað verið í lagi, at Kringvarpið rindaði bótina fyri tey.

Tað bendir ein fesk avgerð hjá danska umboðsmanninum á.

Nógv kjak stóðst av sonevnda tollmálinum, tá journalistar og leiðarar í almenna Kringvarpinum í fyrsta umfari vóru dømdir í Føroya rætti. Sum kunnugt blivu teir frídømdir í landsrættinum, sum fann teir at hava ført prógv fyri sínum pástandum.

Spurningurin stóð tó eftir, um tað hevði verið rætt, at Kringvarp Føroya sum almennur miðil hevði rindað bøturnar fyri sínar journalistar, um teir vórðu dømdir.

Nú hevur danski umboðsmaðurin tikið støðu: Tað er lógligt, at Danmarks Radio fríheldur síni starsvsfólk fyri bøtur, endurgjald og sakarmálskostnað, sum stendst av teirra journalistiska arbeiði.

Sostatt hevur danski umboðsmaðurin nú skorið ígjøgnum og skapt eitt fordømi fyri, at kringvarpið rindar bøtur, sum journalistanir verða dømdir eftir í revsilógini, um tað er partur av teirra vanliga arbeiði.

- Málið hevur reist prinsipiella spurningin um støðuna hjá DR í førum, har journalistar verða dømdir fyri eitt nú ærumeiðing, sum er framd í sendingum. Men eftir einari samlaðari meting meini eg, at tað, sum DR ger er lógligt, sigur Jørgen Steen Sørensen, umboðsmaður.

Tað er ein advokatur, ið hevur spurt seg fyri hjá umboðsmanninum, um tað kann vera rætt, at DR rindar bøtur fyri sínar journalistar.

Umboðsmaðurin leggur eitt nú dent á, at DR sambært lóggávuni skal kunna rekast eftir nøkunlunda somu grundleglum sum aðrar miðlafyritøkur. Umboðsmaðurin viðurkennir tó samstundis, at talan er um eina óvanliga nýtslu av almennum pengum. Og hann leggur dent á, at journalistarnir skulu leggja seg eftir at halda lógina.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður