Heimatíðindi

Ólógligar uppsagnir fyri 1,5 milliónir krónur

2018-05-20 12:47 Author image
Georg L. Petersen

Johnny í Grótinum er ein dýrur stjóri fyri føroyska skattgjaldaran. Higartil hava tvær ólógligar uppsagnir framdar av honum sum stjóra kostað næstan 1,5 milliónir krónur. 1,18 milliónir krónur á Landssjúkrahúsinum og higartil 320.000 krónur hjá Kringvarpinum

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, segði seg vera ovfarnan, tá Mentamálaráðið kolldømdi hansara uppsøgn av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum, 20. apríl 2018.

Men Johnny í Grótinum burdi ikki verið ovfarin. 

Tí bert ein mánað áðrenn Johnny í Grótinum segði Liljuna Weihe úr starvi, var ein onnur uppsøgn hjá honum blivin ógildað á Landssjúkrahúsinum.

Johnny í Grótinum hevði tó ikki lært av tí mistakinum og framdi eina ólógliga uppsøgn afturat, bert ein mánað eftir at fyrra uppsøgnin var kolldømd.

Niðurstøðurnar hjá bæði Heilsu- og innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum staðfesta, at Johnny í Grótinum hevur brotið grundleggjandi fyrisitingarreglur og starvsrættindi – og uppsagnirnar vóru tí báðar ógildaðar.

Tá tað snýr seg um deildarleiðaran á Landssjúkrahúsinum, valdi núverandi leiðsla at gera eina avtalu við tann uppsagda deildarleiðaran, sum fær løn alt árið út – málið um Liljuna Weihe koyrir enn.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður