Ólóglig dronu-flúgving yvir Føroyum

2016-06-27 10:39 Author image
Elisa Vang

Dronur gerast alsamt sjónligari í Føroyum. Hesir lítlu flúgvandi tallerkarnir, ið eru so hentir í sambandi við myndir, sum skulu takast úr erva, eru oftari og oftari at síggja í almenna rúminum. Til gleði fyri summi, til ampa fyri onnur.

Ein, ið hevur upplivað nærgangandi dronu, er Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri. Í sambandi við Oyggjadagar síðst í mai mánaði, gjørdist hann brádliga varðugur við dronu, ið fleyg so lágt, at tað órógvaði hansara arbeiði, júst sum hann var í holt við at greiða ferðafólki frá.

- Fyrst gjørdist eg kløkkur av, at ein drona yvirhøvur var har, og fyri tað næsta at hon kom so nær. Eg haldi, at tað hevði verið uppá sítt pláss, at tey sum filma við dronu, høvdu boðað frá, so eg visti um tað frammanundan, sigur Bjørn Patursson.

Tað vísti seg, at tað ikki vóru færri enn tvær dronur úti í Koltri hendan dagin. Tann eina vísti seg at vera send av Tórshavnar kommunu, men tey hava ongantíð funnið út av, hvør átti hina dronuna. Tískil var ógjørligt at skilja í millum, hvør var hvør, ella hvørji ørindini vóru hjá hinari dronuni.

 

 Ein vaksandi trupulleiki

Á løgreglustøðini verður víst til reglugerðina hjá Trafikstyrelsen, sum eisini er galdandi hjá okkum. Har stendur greitt, at dronuflúgvarar skulu boða frá, um teir ætla sær at filma á almennum stað ella í sambandi við tiltøk. Tilskilast skal eisini, um filmingin er av privatum ella vinnuligum slag.

Øll kunnu ogna sær eina dronu, og tað fylgja eingi krøv við keypinum. Men tað fylgir ein røð av krøvum við nýtsluni av dronu í sambandi við upptøkur. Eitt nú eru serlig krøv til, hvussu langt dronan skal halda seg frá húsum, hvussu høgt hon kann flúgva, hvar dronan skal halda seg í samband við vanlukkustøðustøð og so framvegis. Harafturat skal dronan vera frámerkt við bæði navni og telefonnummari. Ymiskar reglur eru galdandi fyri upptøkur av privatum og vinnuligum slag.

Av løgreglustøðini verður sagt, at klagur koma fyri, har fólk hava verið vitni til ólógliga flúgving við dronum. Talan er í flestum førum um ólógliga dronu-flúgving á almennum støðum, eitt nú í samband við kappróður og tíðindainnsløg.

- Hetta er ein vaksandi trupulleiki, sum vit skulu venja okkum við. Vit hava útskrivað nakrar bøtur fyri ólógliga flúgving, og onkur av teimum, vit hava havt í fatur í, er so farin í holt við at fáa neyðugu loyvini í hús, sum krevjast sambært reglugerðini hjá Trafikstyrelsen, greiðir Jan Hermansen av løgreglustøðini frá.

Løgreglan viðurkennir, at tað manglar kunning á økinum, men heitir á fólk um at boða fyriskiparum frá í góðari tíð, um tey ætla at filma við dronum í samband við tiltøk og annað.

Les nærri um krøvini til filming við dronu her

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður