Heimatíðindi

Oljuprísurin sveiggjar minni í Føroyum

2020-04-22 15:31 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Oljuprisurin er í løtuni í fríum falli. Prísurin á WTI-ráoljuni úr Amerika er negativur og norðsjóaroljan er eisini fallin nógv. Oljugoymslurnar kring heimin eru um at vera fullar, tí stór ójavnvág er millum nýtslu og framleiðslu. Korona-kreppan hevur eisini gjørt sítt til, at prísirnir eru í stórum falli.

Í Føroyum hava vit tó ikki sæð hesi stóru prísfallini, sum man kanska annars kundi havt væntað sær.  

- Tað er umráðandi, at fólk gera sær greitt hvat olja er fyri nakað og at olja ikki er eitt standardisera produkt. Tað er rætt, at oljuprísirnir eru í fríum falli í løtuni, men tað er umráðandi at skilja millum hvørji sløg av olju talan er um, og hvat vit brúka her í Føroyum. Negativu viðrini eru galdandi fyri WTI-oljuna og tað er ein heilt onnur prísáseting, enn við Brent-oljuni, sum vit brúka í Føroyum, sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Magn.

Orsøkin til, at vit ikki síggja tey stóru sveiggini í føroysku prísunum, sum man sær uttanlanda, er prís-samansetingin hjá okkum, leggur hann afturat.

- Tað eru fýra faktorar í príssamansetingini av olju í Føroyum. Tað er innkeypsprísurin, dollarakursur, bruttovinningur og mvg og avgjøld. Serliga er tað innkeypsprísurin og dollarakursurin, sum merkja nakað í Føroyum. Tað er eisini umráðandi at leggja afturat, at avgjøldini ikki minka, sjálvt um viðrini minka og tað ávirkar prísin, sigur Hendrik Egholm.

Prísásetingin í Føroyum verður roknað av miðalprísinum. Prísurin, sum vit gjalda er miðaltalið av øllum mánaðinum og ikki ein dagsprísur, sum er ásettur dag fyri dag. Tað merkir at nágreiniligi prísurin ikki er kendur, fyrr enn hugt verður eftir noteringunum fyri hvønn dag og býtir hann við mánaðardøgunum.

- Hetta ger, at oljuprísirnir í Føroyum eru afturúr, og tí síggjast ikki tey stóru sveiggini sum aðrastaðni. Tað merkir, at um oljuprísurin fer niður, hongur prísurin í Føroyum eitt sindur afturúr og somuleiðis, tá prísurin uttanlands fer upp, so fer hann spakuliga upp hjá okkum eisini. Tí er prísurin her meira støðugur, enn tey stóru útsvingini, man annars sær aðrastaðni. Men tá tað er sagt so er faktum, at prísirnir i løtuni eru í fríðum fallið, men tað er ikki so frítt fall sum í WTI oljuni, sigur hann.

Magn keypir olju uppá ársavtalur. Hetta er fyri at tryggja ta mongdina, ið tørvur er á fyri árið. Oljan liggur umleið ein mánað á goymslu, til tangaskip koma við nýggjari. Hetta merkir tí, at oljan sum er á goymslu ikki er príssett eftir dags dato, men afturúr til keypsdagin. Tað kann so vera upp til ein mánað afturúr og hetta sæst aftur hjá brúkaranum, sum tí ikki sær samsvar við oljuprísin uttanlanda.

- Prísurin er afturúr hjá okkum, hann hongur afturúr bæði, tá hann fer upp og tá hann fer niður. Vit fylgja heimsmarknaðarprísinum og rætta okkum eftir dollaranum, men sum sagt tað fellur spakuligari av mátanum, sum vit prísa uppá. Man má eisini hyggja eftir goymslunum, hvat virði hava tær í mun til dagsprísin á heimsmarknaðinum, sigur hann.

Ójavnin millum nýtslu og framleiðslu ávirkar sjálvandi prísin. Her heima er ikki stórur munur á vanligu nýtsluni, sum framvegis er stór í Føroyum.

- Byggivinnan og fiskivinnan koyrir sum vanligt, og sethúsnýtslan er næstan tann sama, sum áðrenn korona. Í sethúsanýtslu er veðrið ein stórur faktorur og tað sæst aftur, tá ið veðrið er gott. Men fólk hava verið nógv heima í seinastuni, og tað merkist á søluni, sigur Hendrik Egholm.

Stóri munurin er á bilnýtsluni og nýtsluni í almennum stovnum og skúlum. Har er nýtslan farin langt niður, nú stovnarnir ikki verða brúktir á sama hátt og serliga er tað bilnýtslan, sum er minkað nógv av, at fólk hava arbeitt heima. Hendan nýtslan er áveg upp aftur nú, leggur stjórin í Magn afturat.

Tað sæst á prísbløðunum, at oljuprísurin er fallin heilt nógv og forstjórin væntar, at vit koma at síggja enn eitt prísfall, tá goymslurnar byrja at minka. Hetta kann merkjast, sum ein kærkomin fíggjarligur ágóði hjá teimum, sum eru farin niður í løn vegna korona og tað merkist longu, heldur hann.

- Um tað skuldi hent, at prísurin knappliga reyk uppaftur, so kemur hetta ikki, at merkjast líka ógvusligt. Tað er tó ringt at spáa um, hvat fer at henda við marknaðinum longur frammi, um hann fer longur niður, tað er kanska ósannlíkt, men eingin veit, sigur Hendrik Egholm.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður