Heimatíðindi

Oljudálking á Glyvrum

2020-09-01 15:05 Author image
Sveinur Tróndarson

- Vit vita ikki, hvaðani oljan stavar. Vit vita, at tað er talan um dieselolju og helst eisini um spillolju, men um talan um ein leka ella um onkur hevur slept oljuni, tað vita vit ikki.

Tað sigur Brandur Højgaard, havnarmeistari í Runavíkar Havn, tá Dimmalætting ringir fyri at hoyra um oljudálkingina, sum vit fingu myndir sendandi av fyrr í dag.

Tað var út á fyrrapartin, at havnarmeistarin fekk eina uppringing frá sløkkiliðnum á Skálafjørðinum um, at olja fleyt í sjóvarmálanum við bátahylin á Glyvrum, og tá hann kom á staðið var sjón fyri søgn. Har var nógv olja uttanfyri bátahylin og eisini inni í bátahylinum var olja.

Talan er um eitt øki, sum fólk vanliga brúka, og tí kemur dálkingin illa við. Og ikki at tala um, hvat umhvørvinum viðvíkur.

- Ja, tað er sera óheppið. Tað er tað altíð, tá talan er um dálking, sigur Brandur Højgaard.

Hann hevur ongan hug at gita um, hvaðani oljan stavar, tí tað verður í besta føri talan um eitt git.

- Tí hava vit latið løgregluni málið at kanna. So mugu vit fáa at síggja, hvørja niðurstøðu tey koma til, sigur Brandur Højgaard.

Beinanvegin, tá oljudálkingin var staðfest, fór Skálafjarðar Sløkkilið í holt við at fáa oljuna uppaftur.

Fyrsti partur av arbeiðinum gongur út uppá at súgva tað upp, sum kann súgvast upp, og í skrivandi løtu hevur sløkkiliðið fingið umleið 500 litrar uppaftur.

- Tá sløkkiliðið er liðugt við tann partin vera “pylsurnar” lagdar út uttanfyri fjøruna fyri at súgva restina upp. So til arbeiðið er liðugt, fara vit at biðja fólk halda seg burtur frá hesum økinum, sigur Brandur Højgaard, havnarmeistari í Runavík.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður