Heimatíðindi

Ole Wich: At gerast ein rættur føroyingur

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

2018-07-13 13:34 Author image
Trygvi Danielsen

– Mann skal ikki vera naivur. Fólk vika seg ikki. Um eg havi virðing frá nøkrum her á staðnum og í mínum gerandisdegi, so er tað tí, at eg havi uppiborið tað við vera tann persónurin, sum eg eri.

- Eg eri staddur í eini kjallaraíbúð í Hoyvík. Uppi á hoyrist gangur, stólaskavan eftir gólvinum og eitt surr av mannamáli. Har er pisuveitsla. Og Ísland er í ferð við at spæla seg úr HM í fótbólti. Eg siti á einum beinki við langsíðuna av einum borði, og hinumegin situr ein maður við langum hári í hestahala, sum einki leggur í, um Ísland, Danmark ella nakað annað land fer úr HM í fótbólti. Hann vónar tað faktiskt, tí – fyri tað fyrsta – so er friður av tí.

Fyri tað næsta er fótbóltur nakað tvætl, og fyri tað triðja er landsliðsfótbóltur beinleiðis mentanarliga skaðiligur. Hann leggur bókina "Banal Nationalism" eftir Michael Billig á borðið. Tað er ein bók, sum viðger innantóma tjóðskaparkenslu, og um nakað tiltak í heiminum er eitt gott dømi um tað fyribrigdið, so er tað júst HM í fótbólti.

Maðurin eitur sjálvandi Ole Wich.

Lesið allan Langlesnaðin HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður