Ólavur Jøkladal sjórnar Ólavsøkukórinum

2016-07-04 19:27 Author image
Sigmund Vang

Siður er at kórleiðarar skiftast um at stjórna kórinum og í ár hevur Kórsamband Føroya heitt á Ólav Jøkladal um at standa fyri kórinum.  Ólavur Jøkladal er kórleiðari, tónaskald og tónleikafrøðingur. Ólavur  hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik og hevur m.a. skrivað tónleik fyri kór og stjórnað fleiri kórum.

Ólavur stovnaði Tórshavnar Kamarkór í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Somuleiðis var hann leiðari hjá Ebenezerkórinum frá 1984 til 2000. Síðan 1995 hevur hann verið kórleiðari hjá kamarkórinum Aurora Borealis.
Seinast Ólavur stjórnaði Ólavsøkukórinum var í 1987.

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður