Heimatíðindi

Ólavur Ragnar: Føroyar eru ein týðandi partur av Arktis nú

Ólavur Ragnar: Føroyar eru ein týðandi partur av Arktis nú

Ólavur Ragnar Grímsson (Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-05-09 21:08 Author image
Ingi Samuelsen

- Tað kann gott vera, at tað er eitt sindur trupult hjá einum føroyingi at fyrihalda seg til Arktis. Tit kunnu gera sum vit íslendingar, og kalla økið fyri norðurleiðir ella okkurt líknandi ’High North’. Tað var heldur ikki uttan orsøk, at heitið fyri ráðstevnuna í Edinburgh í november var ”Scotland in the new north”, har passaði orðið Arktis heldur ikki inn. Navnið hevur ikki tað stóra at siga. Tað týdningarmikla er, at við hesi ráðstevnuni hava prógvað, at føroyingar eiga ein demokratiskan part av menningini, sum fer fram í Arktis.

Soleiðis segði Ólavur Ragnar Grímsson fyrrverandi forseti Íslands og formaður fyri ráðstevnuni Arctic Circle, sum endaði seinnapartin eftir tveir væleydnaðar dagar í Norðurlandahúsinum við nógvum spennandi framløgum og gevandi samrøðum.

Tá Ólavur Ragnar saman við Poul Michelsen rundaði ráðstevnuna av seinnapartin, vóru teir báðir fyriskipararnir samdir um, at tað hevur verið tveir væl eydnaðir dagar.

Poul Michelsen nevndi, at føroyingar kanska hava eitt sindur trupult við at síggja seg sjálvar sum verandi ein partur av Arktis. Men hann legði afturat, at ráðstevnan í Norðurlandahúsinum hevur latið eyguni upp hjá nógvum føroyingum, eisini vanligum føroyingum, og víst á týdningin av, at vit eru við í samstarvinum, sum fer fram á hesum øki, har alsamt størri virksemi kemur í takt við at ísurin kring Norðurpól tiðnar.

- Takk fyri, at tit løgdu ráðstevnuna hjá okkum, og tað er einki at ivast í, at vit vera ein partur av samstarvinum frameftir, segði Poul Michelsen við Ólav Ragnar Grímsson.

Fyrrverandi íslendski forsetin nýtti høvið til at fortelja eina søgu um hvønn týdning Føroyar nú hava fingið á altjóða geopolitiska pallinum sum beinleiðis úrslit av hesi ráðstevnuni. Talan var um eina mynd frá nátturðanum í gjárkvøldið, sum varð hildin í matstovuni hjá Leif Sørensen í Skeiva Pakkhúsi í Havn – ein matstova, sum ikki er latin upp fyri almenninginum enn.

Ólavur Ragnar greiddi soleiðis frá:

- Tak nátturðan í gjárkvøldið, har vit sótu eini sjey-átta fólk til borðs saman við tær, Poul Michelsen. Við borðið sæt ovasti kinesiski ambassadørurin fyri Arktis, ovasti koreanski ambassadørurin fyri Arktis, ovasti russiski umboðsmaðurin fyri evropeisk viðurskifti og ovasti ambassadørurin hjá ES fyri arktisk viðurskifti. Ja, og so var akkurát pláss fyri stjórnarumboðum fyri Danmark og Ísland við borðið eisini.

- Um eg hevði sagt tær fyri fimm ella tíggju árum síðani, at so týðandi umboð fyri so valdsmiklar stovnar fóru at flokkast um borðið hjá føroyska landsstýrismanninum við uttanríkismálum, ja, so hevði tú ikki trúð mær.

- Hetta er dømi um, at Føroyar eru vorðnar ein týðandi geopolitiskur viðspælari – ein náttúrligur viðspælari í politiska spælinum, sum fer fram kring Arktis nú. Føroyar eru settar á landakortið og her hava tit ein týðandi leiklut at fylla, segði Ólavur Ragnar Grímsson.


(Mynd: Ingi Samuelsen)


Aksel Løgmaður var seinasti røðari á Arctic
Circle ráðstevnuni (Mynd: Ingi Samuelsen)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður