Heimatíðindi

Ólavur á Váli við konsert og nýggjum stakløgum

2019-10-08 21:25 Author image
Terji Beder

Ólavur á Váli er 25 ára gamal, og starvast dagliga hjá Fonn Flog, har hann er í læru. Hann fæst nógv við tónleik, og hevur gjørt tað so leingi hann kann minnast. Í 2017 útgav Ólavur sína fyrstu plátuútgávu, sum kallast Her og Nú, men hevur síðan útgivið trý stakløg aftrat, og eru tað stakløgini sum gera, at Ólavur nú trínir á pall í Løkshøll í Runavík tann 19. Oktobur, saman við bólki.

Ólavur hevur altíð fingist við tónleik, og kann illa peika á eitt tíðspunkt í lívinum, har hann kann siga, at hann byrjaði at spæla tónleik. Spurdur hvar áhugin fyri tónleiki stavar frá, svarar hann:

“Eg eri vaksin upp í einari musikalskari familju, og havi altíð hoyrt tónleik rundanum meg. Eg havi líkasum fingið tað inn við skeið.”

Familja hansara hevur altíð verið sera virkin tónleikaliga, har tað eitt nú kann nevnast, at mamma hansara saman við systkunum hava verið í bólki saman, undir navninum Systkinini á Váli, pápin hevur sungið í Tórshavnar Manskóri, og hava fleiri í familjuni sungið við í Ebenezerkórinum.

Gospeltónleikur og country fylti nógv í heiminum, tá Ólavur vaks upp, og hóast hann hevur ein aldur, sum vanliga hevur áhuga fyri øðrum tónleiki, sigur Ólavur:

“Country er nakað eg brenni fyri, og tað er tað, sum eg havi áhuga fyri at spæla, og áhuga fyri at lurta eftir eisini. Ikki tí, mær dámar aðrar tónleikagreinir eisini, men country er tað sum eg vil spæla, tí tað er tað slagi av tónleiki, sum gevur mær nakað serligt”.

Hóast Ólavur er mest kendur sum countrysangari, hevur hann eisini royndir við øðrum tónleiki. Eitt nú hevur hann verið við í poppbólkinum All-in, sum var kendur fyri sínar tulkingar av løgum sum Vanja hjá Jákup Eli Joensen og Tú hjá Terja Rasmussen. Eisini hevur Ólavur roynt seg við rapptónleiki, har hann hevur verið við á einum av løgunum hjá Swangah.

Tá Ólavur trínir á pall, leygardagin 19. oktobur, er tað saman við bólki, sum er mannaður av Magna Husgaard á klaveri, Jóhan Ziskason á el-guitar, Eriki Biskopstø á bassi, Lailu Carlsen og Charlottu á Váli Olsen í kóri og Henningi Hjalt Nicodemussen á trummum.

 

Les meira um konsertina her:

http://loksholl.fo/event/konsert-vid-olavur-a-vali-olsen-v-bolki/

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður