Ólavsøka og alheimsgerð

Á ólavsøku er okkurt fyri øll – tú kann fara á kappróður ella á møti, til listaframsýning ella á politiskar fundir. Og so møtist man á miðjuni ímillum hetta á Vaglinum til setan ella midnáttarsan (Mynd: Jens Kristian Vang)

Ólavsøka og alheimsgerð

2017-07-25 11:55 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

“Tað er einaferð um árið at ólavsøka er, tá liva allir føroyingar í aðrari verð”, syngur sangurin, ið brátt fer at runga í øllum útvørpum í Føroyum. Tá vita allir føroyingar, hvat klokkan hevur sligið – ólavsøkan er í nánd.

Vit gera alt sum er føroyskt á ólavsøku. Vit lata okkum í føroysk klæði, eta føroyskan mat, dansa føroyskan dans og syngja føroyskar sangir. Hetta kann tykjast sum ein andsøgn, tá sangurin sigur, at “tá liva allir føroyingar í aðrari verð”. Hvussu kunnu vit liva í aðrari verð, tá vit skulu tykjast at vera mest føroysk?


Avbjóðingar á ólavsøku
Ole Wich, listamaður og samfelagsviðmerkjari, greiðir frá,  at ólavsøkan, av hesari andsøgnini, kann samanlíknast við eitt “show” ella spæl fyri gallarínum. Vit lata okkum í hendan felagsskapin fyri at koma í samband við røtur og tjóðskaparsamleika. Tí kanska hevur sangurin rætt – vit liva í aðrari verð á ólavsøku. Til gerandis ganga vit ikki í føroyskum klæðum og eta bara føroyskan mat. Til gerandis skulu vit í Føroyum eisini liva upp til alheimskrøv um burðardygd, takkla spurningar um tilflytarar og fylgja við sum viðspælarar í einum støðugt meiri globaliseraðum heimi. Føroyar gerast eisini meiri sjónligar úti í heiminum, og okkara fyrr fjarskotna geografiska plasering gerst alsamt meiri atkomilig fyri umheimin. Øll hesi nýggju krøvini og spurningarnir hoyrast aftur í okkara samfelagi og skapar ósemjur og kjak og tað er okkara gerandisdagur. Hvat gera vit so á ólavsøku? Tá vit eru so uppsett uppá at vera so føroysk sum til ber, lata vit sum um vit ikki eru ein partur av hesari alheimsgerðini?

Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir hevur lisið fólkalívsfrøði og metir, at ólavsøkan sum mentanarligt og sosialt fyribrigdi er ein støðugt flótandi og flytandi organisma, sum eisini megnar at fylgja við tíðini og teimum rákum, ið fylgja alheimsgerðini.

– Á ólavsøku er okkurt fyri øll – tú kann fara á kappróður ella á møti, til listaframsýning ella á politiskar fundir. Og so møtist man á miðjuni ímillum hetta á Vaglinum til setan ella midnáttarsang.

Sambært Oliviu eru tað tey fjølbroyttu tilboðini, sum gera ólavsøkuna rúmliga, nútímans, og sum ger, at øll kunnu gleðast um hana. Hon er tó samd við Ola Wich í, at tað er neyðugt at fylgja við í, hvussu vit framføra ólavsøkuna, og at har er eitt mark ímillum sunna dyrkan og nalvapilkarí.

– Tað er áhugavert og umráðandi at hyggja at ólavsøkuni við kritiskum eygum, og prika eitt sindur í ímyndina av okkara tjóðarhátíð, sigur Olivia.

Alheimsgerðin, sum eisini ávirkar okkum í Føroyum, broytir eisini samfelagið, ger tað meiri fjølbroytt og litríkt. Um ólavsøkan skal liva upp til heitið, ella ímyndina, sum tjóðarhátíð, so má hon eisini rúma hesum fjølbroytninum – so sum at vit hava eitt veksandi tal av tilflytarum. Her metir Ole Wich, at ólavsøkan og tann føroyski tjóðskaparsamleikin hevur eina avbjóðing. Á ólavsøku gera vit sera nógv burturúr at definera, hvat er føroyskt, men tá vit gera tað, slepst ikki undan at eisini definera, hvat ikki er føroyskt, og her mugu vit ansa eftir, at ólavsøkan ikki gerst ekskluderandi. Ólavsøkan má umboða, at vit eru við at gerast eitt alsamt meiri fjølbroytt samfelag.


“Borgfred”
Alheimskrøv, ósemjur og innanhýsis kjak um, hvussu okkara samfelag fylgir við restini av heiminum, ger, at man kanska eisini hevur brúk fyri frí. Sum sangurin sigur “liva í aðrari verð.” Ole Wich sigur, at vit halda “borgfred” á ólavsøku. Altso, semjast um at gloyma innanhýsis ósemjur um alheimskrøv eina løtu og bara gleðast og savnast um tað, sum er føroyskt, og tað, sum er okkara.

Ólavsøkan bæði rúmar og inkluderar okkara ymiskleikum, og loyvir okkum at flýggja frá gerandisligum samfelagsligum ábyrgdum, ósemjum, skyldum og spurningum. Vit rýma aftur í tað trygga og fjálga, føroyska, heimliga. Vit eru samd um at vera glað, um at stuttleika okkum og leggja ósemjur til viks.

Men um ólavsøkan skal liva upp til at vera tjóðarhátíð, so er umráðandi, at vit stilla hana til svars, seta spurnartekn við okkara ritualir og seta krøv. Ella skulu vit stilla okkum til sættis við, at “hýrurin er góður, og ongin spyr um hví”?


(Grein, sum er ein av fleiri um ólavsøkuna, sum kann lesast í stóra ólavsøkublaðnum, sum er við Dimmalætting hesaferð)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður