Gøla í Rio: EOC-forsetin fongslaður

2016-08-17 15:51 Author image
Dimma

Írski Patrick Hickey, sum situr í altjóða olympisku nevndini IOC, er fongslaður í Brasilia. Tað skrivar Ritzau, ið hevur søguna frá BBC.

Patrick Hickey skal vera partur av ólógligari sølu av atgongumerkjum til olympisku leikirnar í Brasilia. Hann hevur sambært løgregluni latið atgongumerki víðari til sølumenn, ið hava selt tey víðari fyri okursprísir.

71 ára gamli Patrick Hickey er ikki hvør sum helst í olympisku familjuni. Hann er formaður fyri olympisku nevndini í Írlandi, umframt evropeisku olympisku nevndini, EOC. BBC skrivar, at Patrick Hickey er tikin fáar dagar eftir, at ein persónur er tikin við 800 atgongumerkjum, sum skuldu seljast.

Brasilska løgreglan hevur í sambandi við eitt annað mál fingið hendur á fleiri enn 1000 atgongumerkjum, sum hon fekk frá einum øðrum íra, Kevin James Mallon, ið varð tikin, tá ið leikirnir byrjaðu. Hildið verður, at samband er millum málini.

Sambært fjølmiðlum royndi Patrick Hickey at sleppa sær til rýmingar, tá ið løgreglan kom eftir honum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður