Heimatíðindi

Okkara selt til Føroya Bjór

2020-06-18 19:47 Author image
Sveinur Tróndarson

Bryggjaríið Okkara á Velbastað er selt.

Keypari er Føroya Bjór í Klaksvík.

Tað hevur Dimmalætting fingið váttað í kvøld.

Okkara varð stovnað í 2009, men hevur havt ilt við at fáa fíggjarligan samanhang í raksturin, hóast bryggjaríið hevur fingið størri og størri undirtøku á marknaðinum.

Roknskapurin fyri 2019 er ikki almannakunngjørdur, men roknskapurin fyri 2018 vísir eitt hall uppá 600.000. Dimmalætting skilir, at roknskapurin fyri árið í fjør var nakað betur.

Óli Meinertsson Hansen, nevndarformaður í Okkara, hevur onga viðmerking til søluna og hvussu felagið skal skipast frameftir. Hann vísir til nýggju eigararnar, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á teimum.

Sum skilst er ætlanin, at Okkara framhaldandi skal rekast sum egið bryggjarí, við egnari nevnd og egnum rakstri. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað.

Tað vóru Niels Mortensen og Tummas Hanus Dam, sum vóru høvuðspartaeigarar í Okkara áðrenn Føroya Bjór keypti felagið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður