Okkara Jól nummar tvey hjá Vestjysk Ølkultur

Okkara Jól nummar tvey hjá Vestjysk Ølkultur

2017-11-07 14:31 Author image
Leif Láadal

Fríggjadagin 3. november var J-dagur, og sostatt vóru øll ársins jólabryggjmerkir á marknaðinum. Henda sama dag hittust limirnir í danska felagnum Vestjysk Ølkultur, SVØ, at smakka og kjósa ársins jólabryggj.

SVØ hevði valt sær 12 ymiskar jólabryggj, sum vórðu latnir limunum at blindsmakka. Tað er, at limirnir vistu, at teir skuldu smakka jólabryggj, men ikki hvørjum bryggjarí ølið var frá. Her vóru bæði gamlir kenningar og nýtt á skránni.

Uppundir jólabryggjsmakkingina setti fyrrverandi limurin hjá SVØ í Føroyum, Bjarne Juul Pedersen, seg í samband við felagið og fekk upp í lag, at Okkara Jól kom fram til smakkingina.

Og Okkara Jól varð nummar tvey í bólkinum øl undir 6,3%.


Úrslitið av smakkingini fyri øl undir 6,3%:

1.Refsvindinge Bryghus við Julehyg


2.Okkarra Jól


3.Mylius Eriksen við Ludvigs Jul


4.Thisted Bryghus við Økologisk Julefred


5.Hancock Bryggerierne við Merry Christmas

6.Bryggeriet Herning við Julebryg


Øl yvir 6,3%

1.Viborg Bryghus við Jule Bocken


2.Hancock Bryggerierne við Jule Bryg

3.Willemoes við Jule Ale


4.Thisted Bryghus við Jule Stenøl


5.Refsvindinge Bryghus við Finn ́s Jul

6.Willemoes við Jul 2017 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður