Ókeypis konsert í Auluni í Finsen

Ókeypis konsert í Auluni í Finsen

2017-11-17 13:17 Author image
Leif Láadal

Leygardagin verður aftur høvi at hoyra tveir av vinnarunum í klassisku tónleikakappingini, Stella Polaris 2017.  Konsertfelagið skipar saman við Tórshavnar Musikkskúla fyri konsert, har Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, ið spælir akkordeon, fer at framføra. Hon vann kappingina í yngsta bólkinum við luttakarum til og við 13 ár. Í bólkinum við tónleikarum í aldrinum 14 til og við 18 ár vann Helena Joensen, klaver, og hon verður eisini at hoyra á konsertini.
Umframt hesar báðar, fer ein Gittarbólkur undir leiðslu av Ólavi Jakobsen og Ragnari Olsen at framføra, eins og kórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla fer at framføra. Dirigentar hjá teimum eru Kári Bæk og Joanna Johansen.
Konsertin, ið er ókeypis, verður kl. 15.00 í Auluni í Finsen leygardagin 18. november (í gamla Kommunuskúlanum).

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður