Uttanlands

Ógvuslig tokvanlukka kravt tíggju mannalív

2016-07-12 13:50 Author image
Jákup Højgaard

Ein ógvuslig tokvanlukka í Apulien landspartinum í suður Italia hevur kraft í minsta lagi tíggju lív og fleiri eru løstaði.

Bjargingarlið eru á staðnum og royna at opna vognanar, men vanlukkustaðið er ringt atkomuligt og ger bjargingararbeiðið torført. Ein smádrongur er bjargaður úr tokinum og er koyrdur á sjúkrahúsið, visti Reuters at siga. 

Vanlukkan hendi á leiðini millum Andria og Corato, tá ið tvey tok rendu saman á eini einsporaðari jarnbreyt. Fleiri vognar vóru á báðum togunum, men talið av ferðafólki er óvist. 

Enn veit man ikki hví tokini koyrdu á sama sporið. 

Kelda: Reuters

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður