Heimatíðindi

Øðrvísi summar hjá teimum ungu

2020-07-07 07:46 Author image
Katrin Johannessen

Eitt øðrvísi summar
Súsanna Fríða Andriasardóttir er 19 ár, býr í Sandavági og gongur á 18.a á Glasi. Tá flokkur hennara umframt aðrar flokkar á Glasi fingu boð um at teirra námsferð var avlýst tann morgunin tey skuldu fara avstað, orsakað av korona, byrjaði eitt heldur øðrvísi vár og summar fyri hana og vinfólkini enn undanfarin ár. 

-Eitt vanligt summar høvdu eg og míni vinfólk farið á allar festivalarnar. Vit høvdu eisini farið uttanlands. Í ár høvdu vit til dømis bílagt ferðaseðlar til Portugal, og vit høvdu eisini tryggjað okkum, at vit vóru heima áðrenn G!.  Men tað verður av ongum, sigur Súsanna Fríða. 

Tá námsferðirnar vórðu avlýstar løgdu næmingarnar aðrar ætlanir. 

-Øgiliga nógv í 2g. gjørdu tað, at tey bíløgdu eina spontana ferð til Danmarkar. Eg veit ikki endiliga hvussu smart tað var. Men tað gjørdi, at vit lærdu øgiliga nógv nýggj fólk frá okkara árgangi at kenna, sigur hon. 

Eru meir kreativ
Av tí at hon hevur lært so nógv nýggj fólk at kenna, so hevur hon eisini verið ymisk nýggj støð og upplivað annað enn vanligt. Hon hevur millum annað verið í summarhús tríggjar ferðir longu nú. Teir túrarnir hava eisini gjørt at hon er komin at kenna nýggj fólk, av tí at blandaðir vinarbólkar hava verið avstað. At búgva í summarhús saman tíggju fólk, ger at mann kemur at kenna hvønn annan væl. 

-Vit hava koyrt øgiliga nógvar biltúrar runt í Føroyum og hava ferðast í egnum landi. Í meðan tað stóð harðast á við korona, so vóru vit ofta og vandu uttandurða. Vit hava sum heild verið aktiv. Serliga í mun til, at vit hava gingið so nógv í fjøllunum. Genturnar úr Havn eru eisini komnar vestur og vit hava til dømis hugt at Trøllkonufingri og Trælanípu, sigur Súsanna Fríða.

Annars hava hon og vinfólkini millum annað verið úti og etið, grillað, verið í hitapotti og lopið á sjógv.

-Vit hava eisini verið stimitúr og fiskað, sum kanska heldur ikki er so vanligt. Eg veit eisini at fleiri av mínum vinfólkum hava brúkt tíð uppá at ríða og hava verið og róð í kano á Vatnsoyrum. So vit hava gjørt øgiliga nógv ymiskt, sigur Súsanna Fríða. 

Hugna sær heima
Ta tíðina, tá korona vegleiðingarnar vóru strangari og tað var rátt frá at fara í býin, so sótu tey heima flestu kvøldini og spældu borðspøl. 

-Áðrenn korona vil eg ikki siga tað var so vanligt hjá teimum flestu ungu at gera tað. Eg kann ímynda mær, at um korona ikki var, so hevði eg ikki siti heima í friði og spælt borðspøl.

-Eg havi eisini verið nógv saman við familjuni hjá mær. Tað vænti eg ikki, at eg hevði gjørt hetta summarið, um alt var sum vanligt. Vit hava eisini spælt borðspøl, hugt eftir filmum saman og eisini verið túrar í haganum, sigur Súsanna Fríða.

Síðsta summar, tá hon var liðug við fyrsta árið á student, heldur hon at summarið hjá teimum gekk nógv við at drekka.

-Eg haldi hetta summarið er øðrvísi, í øllum føðrum higartil, tí at vit ikki bara hava gingið og bíða eftir at tað skal vera vikuskifti aftur, so tað ber til at fara í býin. Í ár havi eg gjørt nógv meir mitt í viku. Eg haldi tað hevur gjørt okkum meir kreativ. Tá mann keðir seg so nógv, so finnur mann uppá ymiskt øðrvísi at gera. Vit hava millum annað skrivað til gomul vinfólk og eru øll farin í høllina at spæla fótbólt, sigur Súsanna Fríða. 

Harmast ikki longur

Hon er ikki so hørm um, at barrirnar ikki hava so leingi opið sum vant. Men heldur tað vera løgið at tær hava eitt sindur opið, tá tær stongja so tíðiliga.

- Eg hugsi, at tað skuldi antin verið púra stongt ella opið sum vant. Men tá vit hava verið á barr, og tær so stongja, so er altíð eitt lítið ball at fara til heima hjá onkrum. Mann finnur útav onkrum óansæð, sigur Súsanna Fríða.

Hon greiðir eisin frá, at nógvir næmingar á hennara árgangi hava verið keddir av at G! Festivalurin í ár er avlýstur.

-So vit hava ein facebook bólk, har øll í árganginum eru bjóðað við at fara á telttúr. Tað eru nógv fólk, so nú eru vit í holt við at finna ein haga, har vit kunnu vera uttan at vera til ónáðir, sigur Súsanna Fríða.

Annars heldur hon at tey flestu hon kennir, hava góðtikið, at hetta summarið er øðrvísi.

-Eg haldi ikki at nakar er so ónøgdur við tað. Sjálvandi øll halda tað vera ræðuliga keðiligt ikki at sleppa á festivalar. Men nú haldi eg at fólk, í øllum føðrum míni vinfólk, eru komin meir niður á jørðina og fólk eru byrjað at hugsa, at hetta í roynd og veru er stuttligt hóast alt. Mann skal bara vera kreativur, sigur hon at enda.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður