Plastikkfellan

2017-02-20 13:14 Author image
Sigmund Vang

Ókeypis plastposar, ókeypis plasthandskar, bikør, koppar, súgvurør, gafflar, skeiðir, kakaofløskur, skundverðaíløt, vit kunnu blíva við. . .

Í dag oysa handlar, kioskir og bensinstøðir plastikk út í nærumhvørvið og natúrina.

Í grundini er plastikk eitt frálíkt tilfar. Bíligt at framleiða og húsarhaldini, sjúkhúsverkið og røktarheim hava stóra gleði av hesum. Tað verður koyrt til renovatiónina og brent forsvarliga, og so skuldi alt verið gott.

Tað er tað ikki. Tað vísir seg nú, at stórir partar av heimsins høvum eru um at kódna í plastikkoyggjum – onkur á stødd við Kanada – sum reka við streyminum manga staðna. Vit kunnu væl ímynda okkum ta karastrofu, ið hevði rakt Føroyar, um ein slík oyggj nærkaðist okkara matkova á sjónum.

Í dag er okkara havhestur longu dálkaður av bæði plasti, smáum battaríum, og aðrari óhumsku. Vit finna hval, sum hevur 30 plastposar í maganum, og allastaðni, har fólk ferðast, sløðist plasttilfar. Føroyar eru als ikki óspoleraðar.

Sjálv búgvi eg beint við eina av landsins mongu bensinstøðum, og hvønn dag savni eg plast upp, í miðal einar 7 plasthandskar um dagin beint uttan fyri dyrnar. Tað verður uml. 2500 handskar um árið, og eg spyrji undrandi, er tað neyðugt at vera í handskum, tá mann keypir bensin?

Tað var Bogi Hansen, professari, sum fyri mongum árum síðani segði: alt endar í havinum. Í dag meta fólk, at tilsamans 8 milliónir tons av plastikki enda í havinum hvørt ár! (Lesið talið eina ferð aftrat).

Frakland hevur sett bann fyri beriposum úr plastikki.  So hví kunnu lítlu Føroyar ikki gera okkurt? Til dømis taka kr. 20 fyri hvønn plastposa.

Vit kunnu eisini seta hundraðtals fleiri ruskíløt upp har fólk ferðast. Vit kunnu hava eina góða innsavning av øllum fløskumerkjum. Og vit kunnu byrja eina hugburðsbroyting í barnagørðunum.

Tað føroyska tiltakið “Ringrás” sum hevur egna heimasíðu, er slóðbrótandi og átti at verið skotið upp til ta norðurlendsku umhvørvisheiðurslønina. Tað eru slík fólk, ið fáa heilar tjóðir at rakna við.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður