Kjak

Oddagrein: Vinnulívið í vanda

2020-03-13 09:03 Author image
Emil Jacobsen

Í skrivandi løtu eru bert tveir føroyingar smittaðir við Corona-virussjúkuni, men kortini er veruligur Corona-fepur farin at herja kring landið.

Og tað er einki at siga til. Umfarssóttin, sum er í øllum heimsins yvirskriftum, fær fólk at stúra. Fyri Føroyar er talan um eina rættiliga nýggja støðu. Vit hava havt slíkar sjúkur fyrr, men ongantíð í so stórum máti sum nú, og sjálvt um “bert” tvey fólk í landinum í skrivandi stund hava fingið staðfest sjúkuna, er lítið at ivast í, at onnur í landinum eisini hava sjúkuna ella fara at fáa hana. Føroyar sleppa ikki undan, líkamikið hvussu vit víkja og venda okkum.

Á ein hátt eru Føroyar nú settar í undantaksstøðu. Enn er opið fyri ferðslu til og úr Føroyum, men tað kann eisini broytast skjótt. Til dømis hevur Smyril Line gjørt av, at Norrøna í næstum gevst at sigla við ferðafólki fyribils, og Tórshavnar kommuna hevur eisini boðað frá, at cruiseskip ikki sleppa at leggja at í Havn fyribils.

Men eitt er heilsuvandin. Eitt annað er vandin, sum Corona-sjúkan er fyri vinnulívið. Omanfyri nevndu dømi merkja mistar inntøkur til Smyril Line og Tórshavnar havn, og hatta eru bara tvey dømi av mongum. Serliga smáar fyritøkur eru ógvuliga viðbreknar, og um tað til dømis verður neyðugt at niðurleggja virksemið í tvær vikur, er tað nakað, sum merkist í pengakassanum.

Tað hevur gingið øgiliga væl búskaparliga í Føroyum seinastu árini, men um fleiri fyritøkur noyðast at snara lykilin í kjalarvørrinum av Corona, kann tað vera sum ein æðralating av føroyska samfelagnum, har virksemið minkar, og trupulleikar sum vantandi arbeiðsmegi loysa seg sjálvar. Og tá hava vit als ikki nevnt ávirkanina, sum sjúkan hevur á sjálvan heimsbúskapin, sum so aftur ávirkar føroyska búskapin.

Tað er ikki óhugsandi, at tá Corona-smittan er hæsað av, standa vit eftir við einum broyttum samfelag. Bæði heilsuliga, nú føroyska tilbúgvingin fyri fyrstu ferð av álvara skal royna seg, men eisini vinnuliga.

(Upplýsast skal fyri lesaranum, at undirritaði sjálvur er medeigari í eini lítlari fyritøku).

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður