Kjak

Oddagrein: Vælkomin til Føroya

2019-01-25 08:28 Author image
Leif Láadal

Arbeiðið við at yvirtaka útlendingamál kom eitt stórt stig víðari í hesi vikuna, tá landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, boðaði frá, at avgerðarrætturin í útlendingalógini nú kemur á føroyskar hendur. Landsstýrismaðurin hevur fingið semju við donsku stjórnina um at yvirtaka umsitingina av avgerðunum um uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini. Semjan merkir, at Útlendingastovan fer at umsita og taka avgerðir í málum um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, uppihaldsloyvi fyri lesandi og annað.

Miðað verður eftir, at Føroyar yvirtaka málsviðgerðina á ólavsøku í ár.

Tað løgna og óhepna við verandi skipan er, at Føroyar í stóran mun eru settar uttanfyri, tá avgerð skal takast um, hvør útlendingur fær uppihalds- og arbeiðsloyvi her heima. Føroyskir myndugleikar eru bert hoyringspartur hjá danska útlendingastýrinum – ella útlendingaservice, sum tað so ”jaliga” hevur tikið navnabroyting til. Tá so avgerðin er tikin um, hvør útlendingur sleppur at búgva ella arbeiða í Føroyum, fáa føroyskir myndugleikar onga fráboðan. Fráboðanin fer beinleiðis til viðkomandi, og føroyskir myndugleikar kunnu til dømis ikki mótmæla avgerðini hjá donsku útlendingamyndugleikunum – í hvussu so er ikki beinanvegin.

Tað verður spennandi at síggja, hvussu ein komandi umsiting av avgerðarrættinum í útlendingalógini fer at ávirka føroyska samfelagið. Vit hava til dømis hoyrt um føroyskar menn, sum hava havt trupult við at fáa kvinnur – serliga tær, sum koma frá londum uttanfyri Evropa – hendavegin.

Tað er ivaleyst ein ávísur møguleiki fyri, at onkur útlendingur leitar sær til Føroya, uttan at hava aðra ætlan við ferð síni enn at koma til eitt land, har umstøðurnar eru betri enn í heimlandinum. Hetta er ikki so óskilligt, og vit skulu eisini minnast til, at føroyingar í fleiri umførum seinastu hundrað árini hava leitað sær til onnur lond, tí at tað stóð so illa til her heima.

Hvussu er og ikki, so er tað gleðiligt, at tað nú verða føroyskir myndugleikar, ið koma at taka avgerðir um, hvør ið fær uppihalds og arbeiðsloyvi. Tað skuldi – um viðgerðin fer rætt fram – givið eina rættvísari avgerð.

 

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður