Kjak

Oddagrein: Útlendskt rák

2019-11-29 09:12 Author image
Emil L. Jacobsen

Dagurin í dag er tann sonevndi “Black Friday”. Hetta er dagurin, tá handlar bjóða sínum viðskiftafólkum góð tilboð upp á ymsar vørur, og dagurin er væl egnaður til at fáa nakrar jólagávur frá hondini.

Svarti fríggjadagurin er sum so mangt annað komin úr USA. Amerikanarar halda “Thanksgiving Day” fjórða hósdag í november – ein annar amerikanskur siður, sum tó enn ikki er komin hendavegin – og dagurin eftir er “Black Friday”.

Hetta við amerikanskum siðum, sum fáa fótafesti okkara megin Atlantshavið, er ikki nakað nýtt. Halloween er eftirhondini vorðið eitt størri tiltak enn góða gamla føstulávint, og Valentinsdagur er líka so hjartaligur her sum vestaru megin havið.

Onnur dømi um dagar, sum stava úr USA, men sum eru vorðin ein fastur partur av okkara kalendara, eru mammu- og pápadagurin, sum í dag eru eitt handilsligt hæddarpunkt hjá serliga blómuhandlunum. Men har hesir dagar upprunaliga hava havt eina góða meining, er “Black Friday” eitt handilsligt átak burturav.

At byrja við var hugtakið “Black Friday” sett í samband við nakað keðiligt, og upp gjøgnum tíðina hevur heitið eisini verið brúkt um kreppur á partabrævamarknaðinum og ferðsluruðuleika í sambandi við jólainnkeyp. Ikki fyrr enn miðskeiðis í 1980-unum vinnur orðingin frama innan handilsvinnuna, har hon sigst merkja, at hesin dagurin og jólasølan sum heild er tað, sum gevur handilsvinnuni svørt tøl á botnlinjuna.

Spurningurin er so, um vit eiga at taka alt tað útlendska (les: amerikanska) til okkum. Veruleikin er, at verðin minkar í hvørjum, og tað er helst vónleyst at halda ávirkanini úr útheiminum burtur, eisini tí handilsligu. Og hví skulu Føroyar ikki vera partur av heimssamfelagnum? Tíðin, har vit kunnu krógva okkum í dunnuhylinum úti í Atlantshavinum, er langt síðani farin, og tað er heldur eingin sum sigur, at teir mongu “amerikansku” dagarnir fara at troka teir føroysku siðirnir, vit longu hava, burtur – teir koma bara afturat.

So í staðin fyri at ilskast um teir, kunnu vit vera meira fevnandi og brúka hesar dagarnar til nakað gott. Sannleikin er, at allir hesir dagarnir ongantíð verða meir enn hvat vit sjálvi gera teir til. Eingin noyðist at fara út at keypa bíligt, sjálvt um tað er “Black Friday”. Men tað er einki galið í at hava møguleikan.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður