Kjak

Oddagrein: Undangongufólk

2019-03-29 09:33 Author image
Leif Láadal

Í Dimmalætting í dag er stór grein um undangongumannin Bjarka Skúvadal, sum fyri 40 árum síðani fyrstu ferð sigldi ferðafólk Eystur undir Land, sum vestmenningar rópa tað, tá farið verður undir Vestmannabjørgini.

Í hesum døgum eru nógv fólk, sum bjóða seg fram í ferðavinnuni, sum er við at gerast ein týdningarmikil vinna afturat teimum meiri siðbundnu, ið allar hava við sjógvin at gera. Nógv eru tey, sum nú kunnu byggja víðari upp á tað, sum Bjarki Skúvadal, Palli Lamhauge og onnur hava arbeitt við í áravís, og tað er einki at ivast í, at fleiri av teimum ferðavinnutilboðum, sum eru í dag, eru sett í verk, tí at fólk hava sæð, at tað bar til í Vestmanna.

Tað eru avbjóðingar í føroysku ferðavinnuni, men tær eru ikki størri enn, at tær kunnu loysast. Tað, sum tey hava dugað í Vestmanna, er at tora at taka pengar fyri upplivingina. Fyrstu árini var tað gaman í ikki so nógv. Roynt var bara at fáa tað at mala runt, og annars hava eitt oyra eftir, so feløgini kundu mennast. Seinni, tá hetta serstaka og nátúruvakra tilboð hevði fest røtur, var ráðiligt at taka eitt sindur meira fyri túrarnar, og á tann hátt mentust betri bátar, fleiri arbeiðspláss og enn betri tænasta.

Túrarnir Eystur undir Land hava lært føroyingar, at tað ber til, og at tað er í lagi at taka pengar fyri upplivingar í Føroyum. Hesin hugburður hevur spjatt seg runt landið og hevur havt við sær, at útboðið er vaksið stútt og javnt. Eisini til matstovuvinnuna, sum við at tora at taka tann rætta prísin fyri vøruna, hevur ment seg til at gerast ein stór vinna, sum bæði útlendsk ferðafólk og fólk, sum búgva her, kunnu njóta.

Størsta avbjóðingin í ferðavinnuni í løtuni er hagin og fjøllini. Skal tað vera gjørligt at fara út um bøgarðarnar av sínum eintingum, ella skal hetta skipast eftir einum ávísum leisti, har ferðaleiðari skal við, tá fólk, ið ikki eru staðkend, fara í fjøllini?

Vit vilja ikki koma við einum boði upp á eitt svar í hesum umfari, men vit kunnu vísa á, at tað ikki er ókent í øðrum londum, at tað, sum tey lokalu fáa ókeypis, ella fyri lítið og lætt, kostar hjá teimum, sum vitja. Vit eiga ikki at hava ringa samvitsku at taka pening fyri nakað, sum er so serstakt og vakurt, sum okkara land.

 

  

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður