Kjak

Oddagrein: Umstøður til at vaksa

2019-10-11 11:05 Author image
Emil Jacobsen

Verðin verður minni fyri næstan hvønn dag, sum gongur. Internetið hevur knýtt okkum tættari at fólki í Suðuramerika, Avstralia og Japan, og tað sum fyrr var møtumikið, er í dag nógv lættari.

Eisini ferðasambandið út í heim batnar í heilum. Umframt tær vanligu flogruturnar til Danmarkar og Íslands hava vit í dag eisini beinleiðis rutur til destinatiónir sum Edinburgh, Barcelona og Paris, og vónandi fara vit eisini skjótt at leggja New York afturat tí listanum.

Eitt beinleiðis ferðasamband úr Føroyum til New York er ikki bert eitt samband til eitt annað land, men til ein heilt nýggjan heimspart. Hetta gevur heilt aðrar møguleikar, ikki bert fyri at ferðast, men eisini fyri at skapa handilssambond til heimsins størsta marknað, sum er USA.

Íslendingar hava í nógv ár hugt í ein útsynning líka so nógv sum í ein landsynning, og tað er uttan iva sunt fyri føroyingar at gera tað sama. Møguleikarnir, sum lata seg upp við einum beinleiðis flogsambandi til USA – hóast tað bert er ein part av árinum – eru ógvuliga spennandi at hugsa sær til.

Nýggja flogsambandið setir tó eisini ein annan viðkomandi spurning, og tað er um sjálvan flogvøllin í Vágum. Núverandi flogvøllur varð fyri nøkrum árum síðani longdur, men spurningurin er, um tað ikki verður neyðugt at leingja hann upp aftur meira, áðrenn langt um líður.

Í blaðnum í dag nevnir stjórin í Atlantic Airways, at felagið kundi hugsað sær upp aftur størri flogfør, eisini fyri at fylgja við ferðafólkastreyminum, sum verður alsamt størri til og úr Føroyum. Men tað ber illa til við núverandi flogvølli, sum varð longdur upp í 1.799 metrar í 2011.

Hetta er nakað, sum verandi myndugleikar eiga at taka til eftirtektar. Vit vilja fegin hava eina blómandi ferðavinnu, sum gevur okkum eitt búskaparligt bein afturat at standa á, men umstøðurnar til vøkstur mugu eisini vera til staðar.

Seinastu tíðina hava vit kjakast nógv um, hvat vit skulu gera við øll hesi ferðafólkini, men tað er eitt annað kjak. So leingi vit ikki hava sett propp í ferðafólkastreymin, men frá almennari síðu framvegis ynskja fleiri ferðafólk inn í landið, mugu vit eisini hava fasilitetirnar til at taka ímóti teimum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður