Kjak

Oddagrein: Tú og eg á Danatingi

2019-05-10 07:45 Author image
Leif Láadal

“Var hatta nakað, hann fann uppá á veg inn í sjónvarpsstovuna?”

Vit tosa um formansumfarið, sum var í Kringvarpinum týskvøldið, eftir at forsætisráðharrin hevði skrivað út val til Fólkatingið, og evnið er Jógvan Skorheim. Formaðurin í Sjálvstýri kom við einari rættiliga ótraditionellari forkláring í mun til, hví flokkur hansara stillar upp til fólkatingsvalið. Flokkurin fer ikki at taka sætið í Fólkatinginum, um hann fær eitt umboð, og hann fer heldur ikki at taka ímóti einari einastu krónu úr danska statskassanum, um hann fær umboðan.

Vit kunnu gott kalla ein spaka fyri ein spaka og vera samd um, at Sjálvstýri ikki fær nakra umboðan í Fólkatinginum í hesum umfarinum, men hví stilla upp, tá áhugin fyri hesum tingi er fullkomiliga fráverandi?

Einasta forkláring, sum vit duga at síggja, er at Sjálvstýri ikki vil siga hendan politiska útbreiðslukjans frá sær í mun til komandi løgtingsvalið. Leiðslan í flokkinum hevur ivaleyst sitið á fundi, og eftir at komið er til ta niðurstøðu, at tað ikki loysir seg at stilla upp – bæði tí at flokkurin er ímóti føroyskari umboðan í hesum tingi, og eftir at tað er staðfest, at flokkurin ikki hevur ein livandi kjans at fáa eitt umboð – er onkur, sum líka hevur eina síðstu viðmerking:

“Jamen, nú fjølmiðlarnir, og serliga Kringvarpið, fara at gera nógv burtur úr valinum, eiga vit so ikki at brúka hendan kjans til at styrkja okkum til løgtingsvalið, um ikki annað?”

Limirnir í stýrisbólkinum hyggja upp á hvønnannan. Teir vóru annars á veg út ígjøgnum hurðina, og skrivarin var farin undir eitt skriv, sum skuldi sendast miðlunum, har boðað varð frá, at Sjálvstýri ikki stillar upp. Men nú kemur vend í.

“Hatta var eitt frálíkt hugskot,” er tað onkur sum sigur, og tað, sum síðani hendi, var tað, sum Føroya fólk kundi uppliva í Kringvarpinum týskvøldið: Eina eksponering, sum peikar beint fram ímóti komandi løgtingsvali, og ikki komandi fólkatingsvali.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður