Heimatíðindi

Oddagrein: Truplar raðfestingar

Oddagrein: Truplar raðfestingar
2018-05-11 09:27 Author image
Georg L. Petersen

Skipast skal fyri mótmæli, nú óskil er á siglingini hjá Strandferðsluni, ið er sperd við skipum, tá okkurt óvæntað hendir ella skip skulu til eftirlit. Pengar eru ikki tøkir, og bæði landsstýrismaður og Strandferðslan eru undir hørðum ágangi, millum annað frá somu politikarum, sum ikki vilja játta nóg mikið av peningi til, at teir fyrst nevndu kunnu gera sítt arbeiði til lítar. Stríð er eisini um tunnlar, hvør skal hava fyrst, og hóast ein ætlan fyriliggur við raðfestingum, so gera okkara politikarar alt teir kunnu fyri at leypa upp um teir, ið liggja fremri, enntá landsstýrismaðurin, sum vil taka sítt egna øki framum. Á sosiala økinum eru eisini stórar avbjóðingar við niðurslitnum bygningum, sum eru farnir í órøkt vegna vantandi viðlíkahald. Tá rokningin so kemur, er hon ovurstór, alt vegna vantandi politiskt skil.

Hetta eru alt ítøkiligar, sjónligar, avbjóðingar, ið hava beinleiðis ávirkan á trivnaðin hjá fólki. Men so er tað alt hitt, sum ikki merkir okkara gerandisdag, men sum er við til at mynda okkum sum eitt fólk. Mentanina kunnu vit hvørki sigla, koyra við ella búgva í, men tá avtornar er hon av minst líka stórum týdningi. Í øllum hesum er tað, at okkara Tjóðsavn verður kroyst. Bygningurin til allar gripirnar er hvørki hóskandi ella virðiligur, hóast hann myndar mergin í okkara samleika. Og tað fornfrøðiliga arbeiðið við útgrevstrum tykist eisini verða niðurraðfest í ólukkumát. Í sambandi við útgrevsturin í Klaksvík er tað vorðið alt meira sjónligt, at fornfrøðiliga arbeiðið er niðurraðfest, so tað stendur eftir. Økir eru kring landið, sum eru friðaði av fornfrøðiligum orsøkum, men sum eingin orka er at gera nakað við. Ein fornfrøðingur er í starvi saman við einum assistenti og einum ráðgeva, og tað sigur seg sjálvt, at hesir ikki megna ovurstóra uppgávuna, sum liggur á teimum.

Tjóðsavnið druknar fultkomuliga í øllum teimum ítøkiligu ynskjunum, sum eisini kunnu geva politiskan vinning tá avtornar. Her mugu hugsjónarfólk trína á pallin og gera sína ávirkan galdandi. Tað gevur neyvan politiskar sigrar her og nú, men fyri okkum sum fólk, gevur tað eitt ómissandi og stórt virði og fara at standa sum varðar í søguni.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður