Kjak

Oddagrein: Torført at raka rætt

2019-03-15 09:12 Author image
Leif Láadal

Minnist fyri eini seks-sjey árum síðani, at ávís fólk við innliti í framtíðina – í tann mun tað ber til – søgdu, at fólkatalið í Føroyum fór at standa í stað, og sum frá leið fór at minka. Tað skal verða sagt beinanvegin, at talan var um framskrivingar nógv ár fram í tíðina, so hesi kunnu framvegis fáa rætt. Nú nøkur ár seinni síggja vit tó fyri fyrst, at fólkatalið er munandi vaksið, og at hetta skapar trupulleikar á serliga bústaðarøkinum. Skotið verður eftir politikarunum fyri ikki at hava dugað at skipað soleiðis fyri, at øll fólk kunnu fáa tak yvir høvdið.

Tað kundi ivaleyst verið gjørt meira fyri at tryggja, at serliga tey, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, høvdu virðiligar bústaðarmøguleikar, men politikararnir skulu tó eiga eitt, og tað er, at frágreiðingarnar og útsagnirnar hjá serfrøðini fyri sjey árum síðani einki søgdu um, at tilflytingin fór at verða so stór, sum hon bleiv. Politikararnir arbeiddu tískil eftir teimum ráðum, sum vórðu givin, og ikki tað stóra bleiv sett av til eitt nú almenna íbúðarbygging.

Men so kom sum kunnugt vend í av álvara. Bara síðani á sumri 2016 er fólkatalið vaksið við yvir 2.000 fólkum. Politikararnir máttu í skundi royna at finna eina loysn, tí samfelagsmynstrið broyttist somikið skjótt, at summir borgarar duttu niðurímillum.

Onkur hevur sett spurnartekn við, um tað er uppgávan hjá tí almenna at tryggja fólki ein bústað. Ja, í øllum framkomnum londum her um okkara leiðir er tað júst so. Har skal tað almenna syrgja fyri, at fólk ikki standa úti á gøtuni. Nær vit fáa eina slíka trygd í Føroyum, er ikki gott at vita, men tað er í hvussu so er gleðiligt, at landsins vald nú hevur sett hol á fyri at betra um íbúðarneyðina. Við sonevnda bústaðarpakkanum, sum er ein røð av ymsum átøkum, verður roynt politiskt at bøta um møguleikarnar hjá vanligum fólki at fáa tak yvir høvdið. Millum annað skulu fólk, ið eiga bústaðir, sleppa bíligari í skatti, um tey leiga út til fólk, sum búgva her, heldur enn til ferðafólk. Og tað er skilagott. Ferðafólk skulu vera vælkomin at vitja, men tað má ikki verða soleiðis, at tey verða orsøk til, at fólk, ið búgva her, gerast heimleys.

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður