Kjak

Oddagrein: Tað peikar í allar ættir

2020-04-23 11:37 Author image
Sveinur Tróndarson

Hetta var ótraðkað land, hjá myndugleikunum og hjá okkum, og kanska var tað ein av orsøkunum til, at fólk tóku áheitanirnar frá myndugleikunum um at vísa varsemi og halda frástøðu til sín.

Ávaringarnar uttan úr heimi vóru heldur ikki til at fara skeivur av, tí eisini í Evropa, serliga í Italia, fullu fólk sum flugur. Eingin visti, hvat hetta var fyri nakað, sum kom inn yvir okkum, og tí var tað ikki so løgið, at fólk gjørdu sum myndugleikarnir vildu hava okkum at gera.

Átakið eydnaðist. Smittan fekk ikki fótin fyri seg og hóast vit lutfalsliga hava havt nógva smittu, kunnu vit í dag staðfesta, at ætlanin um eina flata kurvu eydnaðist til fulnar. Av somu orsøk fingu vit heldur ikki tað trýst á heilsuverkið, sum fryktast kundi fyri, tí heilsumyndugleikarnir hava tamarhald á smittu og smittukeldunum.

Tí er tað eitt sindur løgið at sita og lurta eftir politiska myndugleikanum, tá hann nú tosar um at lata landið uppaftur. Ikki tí, sjálvandi er tað í lagið, at tað verður gjørt spakuliga. Men um vit nú hava fult tamarhald á øllum smittukeldum, og tann seinasti tilburðurin, sum varð skrásettur, kemur uttaneftir, hevði so ikki borið til at latið eitt sindur skjótari uppaftur enn vit  gera?

Vit ivast ikki í, at tað eisini hjá okkum eru myrkatøl. Men um myrkatølini eru so stór, sum róð verður framundir at tey eru, høvdu vit so ikki havt skrásett fleiri – ella onkrar – nýggjar tilburðir við nýggjum smittukeldum? Tað hava vit, so vítt vit vita, ikki gjørt síðan einaferð í mars.

Tí virkar tað fyri okkum, sum peikar tað í allar ættir. Politiski myndugleikin, ella tað siga hann í øllum førum, vil hava landið uppaftur í ferð, men kortini skal tað henda so spakuliga, at fólk undrast. Tí hava vit so gott tamarhald á smittuni, hví so ikki koyra meira ferð á?

Tí hevði verið gott, um vit fingu greiðari boð. Ikki bara um hvat vit skulu gera. Men eisini hví vit skulu gera tað, sum tit vilja hava okkum at gera. Við grundgevingum fyri, hví tað er rætt. Fólk – eisini vit – hava nógvar spurningar, men tað gongur striltið at fáa svar, og tá upplýsingarnar, sum eru úti, ikki rógva framundir tað, sum tit siga, tá fara vit at ivast.

 

ST

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður