Kjak

Oddagrein: Tað kostar at bjóða seg fram

2019-09-27 10:35 Author image
Emil Jacobsen

Í vikuni vórðu roknskapirnir fyri í fjør hjá teimum ymsu sersambondunum undir Ítróttasambandi Føroya lagdir fram alment. Og tað sum serliga leyp í eyguni, og sum eisini verður viðgjørt í blaðnum hjá okkum í dag, er fíggjarliga støðan hjá Hondbóltssambandinum, HSF.

Hóast talan var um eitt broytingarár, tí HSF fram til í fjør hevði eitt sonevnt brotið roknskaparár, sum nú er broytt til at fylgja kalendaraárinum, so er tað lítið hugaligt at síggja, at ársúrslitið hjá HSF var 3,1 millión í halli. Og upp aftur daprari verður myndin av, at eginognin hjá HSF er negativ við 2,5 milliónum krónum.

Vit vita ikki, hvussu støðan hjá HSF er beint nú, og tað kann vera, at peningur er á veg, men tey turru tølini siga, at Hondbóltssambandið er í trupulleikum.

Vit minnast enn tær fantastisku løturnar, sum A-landsliðið hjá monnum hevur givið okkum í seinastuni, og HSF eigur rós uppiborið fyri stóra landsliðsarbeiðið, sum er gjørt seinastu árini. Vit vita eisini, at slíkt arbeiði kostar nógvar pengar, og tað hjálpir sum vera man heldur ikki upp á støðuna, at landsliðið noyðist at spæla sínar heimadystir uttanlands.

Seinastu mongu árini hevur landsliðsarbeiðið hjá HSF verið óstøðugt. Royndir hava verið gjørdar at fáa A-landsliðini endurreist, men sum oftast er tað ikki gingið leingi, áðrenn arbeiðið er dottið niðurfyri aftur, tí tað hevur verið ov tungt fíggjarliga.

Kjakið hevur eisini javnan gingið um, hvørt HSF skal brúka sína fíggjarligu orku upp á A-landsliðini ella U-landsliðini, tí sum oftast hevur peningur ikki verið til bæði. Tí var tað eisini gleðiligt, tá tað fyri nøkrum árum síðani frættist, at nú fór HSF aftur at fáa eitt støðugt landsliðsarbeiði við bæði A- og U-landsliðum, og góðu úrslitini av hesum hava vit longu sæð á vøllinum. Men fíggjarliga støðan í HSF, soleiðis sum hon sær út í seinasta roknskapinum, gevur grund til at stúra fyri, at landsliðsarbeiðið nú aftur er í vanda fyri at steðga upp.

HSF hevur framvegis eitt stórt arbeiði fyri framman. Eitt er at tryggja, at hondbólturin her á landi hevur so góðar umstøður sum tilber, sum eisini má vera fremsta uppgávan hjá sersambandinum, men ein onnur og at síggja til meira møtumikil avbjóðing verður at finna fíggingina til at kunna halda fram við landsliðunum. Alternativið er, at alt enn einaferð fer fyri bakka. Og tað hevði verið stórt spell og eitt ordans bakkast fyri føroyskan hondbólt.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður