Kjak

Oddagrein: Tað gongur alt ov seint

2020-05-07 09:31 Author image
Sveinur Tróndarson

Á tíðindafundi mikudagin boðaði landsstýrið frá, at eitt sindur meira ferð verður sett á samfelagið, og hesaferð snýr tað seg serliga um, at viðurskiftini á almannaøkinum og á eldraøkinum vera broytt.

Tað er gleðiligt, at tað hendir, men kortini undrast vit á, hví tað gongur so seint fyri seg her hjá okkum. Tí tað ger tað. Tað gongur óalmindiliga seint at fáa landið upp aftur í ferð.

Kanska eru vit bara ótolin av lyndi, men hvør er orsøkin til, at myndugleikarnir ikki bara taka fótin av bremsuni, tá vit nú vita, at eingin smitta er í samfelagnum, og at myrkatølini eftir øllum at døma eru sera lág?

Hyggja vit eftir tølunum, sum somu myndugleikar senda út, so siga tey, at tað – í skrivandi løtu – eru akkurát tvær vikur, síðan tey bæði seinastu, sum eru sjúk í Føroyum, fingu staðfest smittuna.

Tí spyrja vit, hví tað skal taka so langa tíð, at fáa landið upp aftur í ferð.

Tað er skjótt tvær vikur síðan avloysandi landslæknin í samrøðu við KvF staðfesti, at korona-smittan ikki longur er í føroyska samfelagnum. Tey, sum eru sjúk, eru smittað uttanlands, og vóru í sóttarhaldi, tá tey gjørdust sjúk.

Hví hava vit so ikki longu sett ferðina upp aftur á teimum økjum, sum vit nú gera tað?

Tað er skjótt tríggjar vikur lidnar, síðan donsku myndugleikarnir boðaðu frá, at teir fóru at lata uppaftur á fleiri økjum, sum hava verið stongd her heima. Millum annað var talan um smærri vinnufyritøkur, sum sluppu í gongd aftur, og eisini staðfestu donsku myndugleikarnir, at krøvini til tey eldru høvdu verið nóg so hørð. Tí góvu teir ellis- og røktarheimum møguleikan, at loyva teimum gomlu at fáa vitjan. Gamaní uttanfyri í fyrsta umfari, men kortini.

Her tosa vit um eitt samfelag, har smittan framvegis er í umfari, tí danir staðfesta enn millum 100 og 150 nýggj tilfeldi av korona um dagin.

Hjá okkum er tað talið eitt trillrunt 0, og tað hevur tað verið í tvær vikur nú. Ja, seinasta mánaðin hava vit bara staðfest fimm nýggj tilfeldi.

Hví tvíhalda vit kortini um, at tað partú skal taka so nógv longri tíð at fáa okkara samfelag upp aftur í ferð?

Vit skilja væl, at eitt mál við korona-tiltøkunum var, at eingin skuldi doyggja av korona. Tað var ein røtt og skilagóð avgerð.

Men nú mugu vit seta ferðina uppaftur, tí annars er ein seriøsur vandi fyri, at onkur kortini doyr av korona. Ikki tí viðkomandi fekk sjúkuna, men tí tað tók so langa tíð áðrenn myndugleikarnir fingu samfelagið í gongd aftur.

Og tað má ikki henda!

ST

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður