Kjak

Oddagrein: Tað góða við sosialum miðlum

2019-11-01 09:07 Author image
Emil Jacobsen

Í Dimmalætting hesaferð hava vit eina samrøðu við Sigruna Jóhansdóttir Bisp, sum stríðist við herviligu lungnasjúkuna cystiska fibrosu. Sigrun er nú aftur í eini bíðistøðu. Hon bíðar eftir at fáa nýggj lungu. Tað hevur hon longu fingið einaferð, men kroppur hennara stoytti lunguni frá sær.

Sigrun hevur stovnað eina síðu á Facebook, har hon er púra opin um sína sjúku, og har øll, sum hava áhuga, kunnu fylgja við. Ofta finnast vit at sosialum miðlum so sum Facebook og kalla tað reint tíðarspill og fjas, men í hesum føri hava vit eitt dømi um, hvussu Facebook kann brúkast til nakað konstruktivt.

Tað er flott av Sigrun, at hon soleiðis vil deila sínar gleðir og sorgir við øll, kend eins væl og fremmand, og samstundis er tað praktiskt, tí hon harvið sleppur undan at svara teimum somu spurningunum umaftur og umaftur, eins og tað kann køva tann slatur, ið kann standast av eini sovorðnari sjúku. Hetta kann ein miðil sum Facebook eisini brúkast til.

Vit hoyra javnan um, hvussu sosialir miðlar verða brúktir til eitt nú happing millum tey ungu, og tað er heldur einki at ivast í, at nógv gongur fyri seg á sosialu miðlunum, sum ikki hoyrir heima nakrastaðni. Men samstundis mugu vit ásanna, at sosialu miðlarnir eru komnir fyri at verða, og hóast tað fylgja keðilig ting við teimum, kunnu teir eisini brúkast til nógv uppbyggjandi. Tað er Facebook-síðan hjá Sigruni eisini eitt framúrskarandi dømi um.

Fyrr í vikuni hoyrdu vit í útvarpinum um eina kvinnu, sum eftir at hava brúkt átta tímar um dagin á fartelefonini, hevur valt at leggja á annan bógv og brúka tíðina øðrvísi.

Sigrun og hennara støða, sum hon lýsir hana fyri okkum øllum á Facebook, gevur okkum eisini høvi til at steðga á og hugsa. Tíð er sjáldan tað, vit eiga mest av, ikki minst í hesum døgum, har sosialu miðlarnir alla tíðina skunda undir okkum. Men tann tíðin vit eiga, fær ein heilt annan týdning, tá vit lesa søguni hjá Sigruni, og hon eigur at vera ein áminning um, at sosialir miðlar eiga at verða brúktir skilagott.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður