Heimatíðindi

Oddagrein: Tá tað kókar yvir

2018-08-10 08:26 Author image
Emil L. Jacobsen

Vit liva í eini tíð, har tíðindi og kunning ferðast við fúkandi ferð um allan knøttin. Ongantíð hava vit vitað so nógv um so nógv, sum vit vita nú, og um vit ikki vita tað, hava vit ongantíð havt so góðar møguleikar sum nú at finna upplýsingar um tað, vit vilja vita meira um.

Men hóast menniskjan ongantíð hevur verið – ella hevur havt møguleika fyri at vera – so væl vitandi sum nú, er okkara lívsgrundarlag í størri vanda enn nakrantíð fyrr í menniskjasøguni.

Í Evropa hevur hetta summarið verið tað heitasta, vit vita um. Nýggj hitamet verða sett allastaðni, og fólk eru um at kódna í óvanliga nógva hitanum, sum bakar heilt úr Gibraltar har suðuri og norður til Kebnekaise í Svøríki.

Kjakið um veðurlagsbroytingar hevur nú eftirhondini verið frammi í nógv ár. Tað eru tey, sum ikki veruliga taka kjakið í álvara og halda uppá, at tað er púra vanligt við sovorðnum sveiggjum í veðurlagnum, sum vit hava upplivað seinastu árini.

Men tað er ein veruleiki, at ísurin við pólarnar minkar, og at miðalhitin á klótuni hækkar. Og tað er eisini ein veruleiki, at hetta er nakað, vit eiga at taka í størsta álvara, tí líkamikið um vaksandi hitin er eitt varandi fyribrigdi ella bara eitt náttúrligt sveiggj, sum lagar seg við tíðini, so fær tað stórar avleiðingar fyri okkum øll og ikki minst fyri komandi ættarliðini.

Serliga í 80-unum var nógv orðaskifti um, at hol var komið á osonlagið yvir Antarktis. Trupulleikin varð tikin í álvara, og fyri nøkrum árum síðani kundu granskarar boða frá, at holið var minkað rættiliga nógv aftur. Við øðrum orðum ger tað mun at gera nakað, og at tað hjálpir at seta munagóð tiltøk í verk.

Global upphiting er ein trupulleiki, um vit vilja tað ella ei, og tað er neyðugt at gera nakað við tað. Í summum førum er ov seint at steðga gongdini, men á øðrum økjum kunnu vit gera nakað. Og sum kunnugt bøtir allur bati.

Vit liva í eini tíð, har vísindini eru meira framkomin enn nakrantíð áður. Vit finna nýggjar gongustjørnur langt burtur frá okkara sólskipan, og vit finna vatn á Mars. Men vit hava bara eina Jørð, og vit hava øll eina ábyrgd at fara væl við henni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður